Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarvánirnar krevja beinharðar raðfestingar

John William Joensen

Kommunan arbeiðir við einari raðfestingætlan, har bert tey allar neyðugastu arbeiðini verða gjørd í ár.

Býráðið vónar samstundis, at inntøkur kommununnar fara at vaksa aftur, so arbeiðini sum steðgað eru, kunnu gerast liðug skjótast til ber
Sum borgarstjóri skilji eg væl, at borgarar í kommununi harmast um, at fleiri vegaarbeiði í løtuni liggja still, hóast hesi ikki eru avsluttað, men vil eg við hesum geva eina stutta frágreiðing um støðuna.

Av teimum størru verkætlanunum er tað einans Skúlin við Ósánna, sum heldur fram, og hevur býráðið raðfest hetta arbeiðið fremst, og sett av 18 mió. kr. í 2009.

Arbeiðini verða fyrst og fremst vektaði eftir spurningi um trygd og síðani avtalum ímillum uppatliggjandi ognarar og kommununa.

Tey stóru arbeiðini sum steðgað eru:

• Ringvegurin undir Fossum við íbinding til Niðan Horn og Rættargøtu.
• Vegurin oman Reyðhús
• Útstykkingin millum HjállaB
• Breiðkan og nýgerð av Oyravegnum
• Liðugtgerð av Norðhavnini.

Kostnaðurin av liðugtgerð av nevndu arbeiðum táttar í 10 mió. kr.

Á fíggjarætlanini fyri 2009 eru bert 2 mió. Kr. settar av til vegir og annað, og eingin avseting er til liðugtgerð av Norðhavnini.

Støðan við ringvegnum og útstykkingarvegnum undir Fossum er tann, at kommunan hevur verið í samráðingum við arbeiðstakaran Grevstur, um at steðga arbeiðinum í óásetta tíð. Vónað verður, at umstøður verða til at taka arbeiðið uppaftur, vónandi einaferð í komandi ári.

Annars arbeiðir kommunan við niðursettari ferð við teimum sokallaðu minnu arbeiðunum, so sum umvæling og nýgerð av kloakkum, vatnleiðingum, ferðsluregulering, gongubreytum o.a.m.

Í løtuni standa inntøkur kommununnar ikki mát við tær ætlanir og arbeiðsuppgávur, sum kommunan hevur ynskt at fremja, og hetta ger, at vit, sum vald eru í býráðið, mugu taka tey neyðugu stigini fyri at kommunan skal koma ígjøgnum fíggjarligu brotasjógvarnar á best møguliga hátt.

Gunvá við Keldu
Borgarstjóri