Nú er eisini møguleiki at síggja áhugaverdan film frá Sjómannadegnum 2006 ígjøgnum televarpið á Rás1 og á Iktus.
Møguleiki hevur verið at sæð áhugaverdu filmarnar frá Sjómannadegnum 2006 á YouTube og á heimasíðuni hjá Føroya Sjómannadegi. Filmsbrotini eru upptikin tað árið, tá springarin "Pollur" sýndi kynstur síni á Stongunum.
Mangt áhugavert er at síggja í filminum. Millum annað eru upptøkur av teimum, sum vóru við í fiskipakkingini á Kósabrúnni. Stuttligt er at síggja, hvussu børnini longu er nógv broytt. Totogan millum skipsmanningar er eisini sera forvitnislig og áhugaverd, og ikki minst allar hinar kappingarnar. Eitt nú egnikappingin og kappingin í sjómannstaki. Veðrið var av tí besta á Sjómannadegnum 2006, so myndirnar eru góðar – kanska serliga tær av sluppunum.
Filmarnir verða sýndir soleiðis:
Rás1
Hósdgagin 13. August: kl. 10:00 og umleið kl. 21:15
Fíggjadag 14. August: kl. 10:00 og umleið kl. 21:15
Sunnudagin 16. August: kl. 16:00
Týsdagin 18. August: kl. 10:00 og kl. 21:15
Hósdagin 20. August: kl. 10:00 og kl. 21:15
Iktus:
Fimlurin verður sýndir hvønn dag kl.: 12:00, 17:00 og 22:00
Tey, sum ikki síggja sjónvarpsrásina Iktus, kunnu ringja til R2-Net á 409999 og fáa nærri kunning.
Eisini ber til at síggja filmbrotini á http://sjomannadagur.fo/?id=172153




