Ársins seinna stuðulsumfar til film er nú avgreitt. Inn komu 25 umsóknir, og landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, letur stuðul til 13 av umsóknunum. Stuðulin fevnir um hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um listar- og dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.
Hesi 13 fingu stuðul í seinna umfari 2018 fyri tilsamans 799.700 kr.
- Maria Tórgarð – Living Room – 72.800 kr.
- Zacharias Hammer – Føroyska trolarasøgan – 25.000 kr.
- Sára Wang – Patienten – 10.000 kr.
- Anita Hermansen – Tummas – 38.000 kr.
- Trygvi Danielsen – 111 góðir dagar – 65.000 kr.
- Heiðrikur á Heygum – Island Fever – 90.000 kr.
- KYK Myndir v/ Jón Hammer – Oktober – 144.900 kr.
- Maria Winther Olsen – NINA – 39.000 kr.
- Jóhan Martin Christiansen – Touch me, Touch me Gently – 30.000 kr.
- Julia í Kálvalíð – Faðir mín faðir – 30.000 kr.
- Rógvi Rasmussen – Tað, ið hjarta sær, gloymist ei – 75.000 kr.
- Árni Nicolajsen – Vísindamaður við seiðakikara – 30.000 kr.
- lda E. Magnussen – Ábyrgd – 50.000 kr.
Heiðrikur á Heygum hevur fingið størstu stuðulsupphæddina, 190 túsúnd krónur, sum skal brúkast til at menna ein musical um eina føroyska bygdagentu, ið droymir um at gerast heimskend í Hollywood. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí pápi gentuna stýrir henni við harðari hond. Visuella úttrykkið skal verða ‘50-arasligt, meðan søgustílurin verður sokallað “magisk realisma”. Heiðrikur á Heygum hevur arbeitt við magiskari realismu í eitt nú filmunum “Sigarett”, “True Love” og “Aldan Reyð”.


