Forvitnislig filmssýning við spildurnýggja filminum hjá Sakaris Stórá, Vetrarmorgun, verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið tann 7. november kl. 19.30.
Forvitnislig filmssýning við spildurnýggja filminum hjá Sakaris Stórá, Vetrarmorgun, verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið tann 7. november kl. 19.30.
Áðrenn Vetrarmorgun verður sýndur, fer Sakaris Stórá at greiða frá ymsum í samband við teir tveir filmarnar hann hevur framleitt, Summarnátt og Vetrarmorgun. Tá Sakaris hevur greitt frá, verður Summarnátt sýndur, og hareftir verður Vetrarmorgun sýndur.
Meir info seinni.
Kostnaður einans 80,-
Birgir Kruse, ummælari, var til frumsýningina á Sandi, og greiðir soleiðis frá:
– Filmurin er fortaldur í framúr litspæli og í heila tikið eru filmisk frásøgusnildi brúkt á ein meistarligan hátt, sum neyvan er sæð í føroyskum filmi áður. Umframt ljós og lit, er samanrenningin millum film og tónleik eisini serliga áhugaverd. Tónleikurin, ið er opin og rúmligur, bjóðar út á stórar víddir, meðan filmurin ofta dvølist í afturlatnum rúmum og umhvørvi.
Sakaris Stórá er leikstjóri, og høvuðsleikarar eru Armgarð Gundursdóttir Mortensen og Helena Heðinsdóttir Jørgensen.
– ‘Vetrarmorgun’ er ein intens og opinskárað nútíðarsøga um vinalag millum tvær ungar kvinnur, skrivar BirkBlogg av Sandi.
Filmurin, sum varð sýndur tvær ferðir fyri fullum húsum í gjárkvøldið, verður sýndir á Tjóðpallinum í Havn, leygardagin 21. september.
Framleiðarin, Ingun í Skrivarastovu, sigur, at filmurin kostaði 140.000 krónur at gera, skrivar BirkBlogg í morgun.
Lesið meir og síggi myndir frá frumsýningini á Birkblog.blogspot.com




