Í 1980’unum og 90’unum var Arnold Schwarzenegger ein av teimum kendastu sjónleikarunum í heiminum. Hann var kendur fyri sínar væl umtóktu actionfilmar, sum t.d. “Terminator 2” og “Predator”. Hann gavst, tá hann gjørdist guvernørur í Kalifornia, men í fjør byrjaði hann aftur sum sjónleikari við filminum “The Expendables 2”. Hesin filmurin, “The Last Stand”, er hansara fyrsti høvuðsleiklutur í 10 ár.
Leikstjóri: Kim Jee-woon

Filmurin er um ein gamlan sheriff, sum eitur Ray Owens (Arnold Schwarzenegger). Hann arbeiddi fyrr sum politistur í Los Angeles, men er nú sheriffur í eini lítlari bygd, Sommerton Junction, í oyðimørkini. Eina nátt skal FBI, leitt av agentinum John Bannister (Forest Whitaker), flyta ein fanga úr einum stórbýi, men hann flýggjar og koyrir við einum øgiliga skjótum bili ímóti landamarkið til Mexico. Fyri at sleppa til Mexico, skal hann koyra gjøgnum bygdina hjá Ray. Ray setur sær fyri at steðga honum.