Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Filmur frá klintritúrinum upp á Trøllkonufingur

John Petersen

Í samband við at vit í summar klintraðu upp á 313 metrar høga Trøllkonufingur, hava vit gjørt ein film, sum kókar tann 47,5 tímar langa klintritúrinum niður í 2 minuttir (sí niðanfyri).

Í samband við at vit í summar klintraðu upp á 313 metrar høga Trøllkonufingur, hava vit gjørt ein film, sum kókar tann 47,5 tímar langa klintritúrinum niður í 2 minuttir (sí niðanfyri).

Tað var tann 6.-7. juli, at vit fýra – John Petersen, Jóhannus Hansen, Pætur Jørðdal Niclasen og Bergur Mikladal – klintraðu upp á gátuføra fingurin, sum rísur 313 metrar upp úr Norðuratlantshavinum.

Sum nakað nýtt varpaðu vit myndir út á internetið meðan vit klintraðu í samstarvi við Vodafone.

Túrurin tók áleið 47,5 tímar, har vit yvirnáttaðu uppi á Ovaraskaði, 260 metrar uppi.

——————–

Filmurin sæst niðanfyri.

Fleiri myndir frá klintritúrinum síggjast www.instagram.com/vodafoneforoyar.