Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Filmur við springaranum “Pollur” á YouTube

John William Joensen

Á YouTube ber nú til at síggja stuttan film um springarin “Pollur” sum vitjaði á sjómannadegnum 2006.

Í 2006 vitjaði springarin "Pollur" á Føroya Sjómannadegi og hann bleiv skjótt heimskendur í Føroyum.

Beint undan Føroya Sjómannadegi 2006 var springaradráp í Klaksvík og í hesum sambandi eydnaðist tað at fanga ein springara livandi.

Hann fekk alla góða umsorgan frá Ågot-brøðrunum og var stóra trekkplástri á Sjómannadegnum.

Høgni Thomsen hevur framleitt ein stuttfilm – sum vísir undirvatnsupptøkur av springaranum – sum tosar við froskmennirnar – tá hann verður fóðraður.

Eirikur Biskopstø hevur tillaga filmin til internetið og er filmurin lagdur út á Youtube.

Annars kann filmurin síggjast í fullari longd á Rás IKTUS hjá R2-Net, sum øll, ið hava televarpsmóttakara, kunnu síggja. Um so er, at tú ikki sær Rás IKTUS, ring á tlf. 409999, áðrenn tú broytir innstillingar í sjónvarpinum.

Trýst her fyri at síggja filmin á YouTube

Harleyfacadeacryl