Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimleikafelagið Ljósið nýggjan høvuðsstuðul

Danial Viðoy

TÍÐINDASKRIV: Fimleikafelagið Ljósið hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul. Felagið hevur gjørt eina tvey ára stuðulsavtalu við Suðuroyar Sparikassa, og avtalan varð undirskrivað í gjár fríggjadagin 21. oktober.

– Fyri okkum merkir tað nógv, at hava góðar samstarvspartar í vinnulívinum. Stuðulin ger stóran mun í einum felagi sum okkara, sigur Gunnvá Gray, forkvinna í Fimleikafelagnum Ljósið.

Eisini Rúni Heðinson, kundastjóri í Suðuroyar Sparikassa gleðist um avtaluna.

– Vit í Suðuroyar Sparikassa eru fegin um aftaluna við Fimleikafelagið Ljósið, sigur hann, og leggur afturat, at orsøkirnar til samstarvið millum annað eru, at Ljósið er eitt virkið felag við nógvum íðkarum í øllum aldri, ið ger eitt megnar arbeiði, sum gagnar børnum og ungdómi – okkara framtíð. Samstundis verður Suðuroyar Sparikassi enn meira sjónligur í Havn.