Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimleikaframsýningin verður sunnudagin

Jóhann Lutzen

Árliga fimleikaframsýningin verður í badminton-høllini sunnudagin 5. mars kl. 15

Árliga fimleikaframsýningin verður í badminton-høllini sunnudagin 5. mars kl. 15

Klaksvíkar hornorkestur spælir til innmarch, so væntst kann ein sera hugnalig og góð løta. Tað verða útvið 250 fimleikarar, ið fara út á gólvið, at vísa síni kynstur innan rytmu og amboð. Talan er um børn og ungdómar í aldrinum frá 3 til 30 ár. Spennandi verður eisini at síggja kappingarliðini í amboðsfimleiki, sum júst hava vunnið bæði gull, silvur og bronsu heiðursmerkir. 

Foreldrabólkurin selur kaffe, the, køkur o.a. til framsýningina.

Harleyfacadeacryl