Heilir tveir dagar eru settir av til fimleikaraframsýningarnar hjá Støkk – 26. og 27. mars.
Í Støkk hava tey altíð havt góða tilgongd av børnum og ungum til teirra sermerkta fimleik. Tey hava ikki altíð havt so góðar umstøður sum nú, men hava í langa tíð havt nógvar eldsálir, sum hava borið fimleikin uppi.
Við Bylgjuni hava tey bestu umstøður til fimleik av øllum slagi. Og tað sást eisini aftur, tá ið ”Foreldur og børn” komu inn í skrúðgongu saman við gentum og dreingun 4 ár í morgun. Røðin av børnum mundi ongan enda fingið, so tað tilstundandi fimleikara-ættarliðið er stórt og gott.
At kalla allur dagurin í dag frá kl. 10 – 18 er settur av til fimleikaraframsýningar. Hetta er heldur ikki nóg mikið – Í morgin, sunnudagin frá 14 – 18 er eisini sett tíð av til fimleikaraframsýningar frá 3. flokki og heilt upp til 18 ár.
Áskoðararnir vóru eisini so nógvir, at long bíðirøð stóð út í tún frammanfyri Bylgjuna.
Aftanfyri eitt so stórt tiltak við so nógvum íðkarum, stendur eitt sterkt felag og hópin av venjarum og hjálparfólki. Forkvinna í Støkk er Ranná Trost, sum kemur úr einum fimleikaraheimi, so hon kann sigast at hava fingið fimleikin inn við móðirmjólkini.





















































