Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimm bólkar eru finaluklárir

Danial Viðoy

Eftir seinna innleiðandi umfarið í Sement leygarkvøldið, er nú greitt, hvør skal kappast í finaluni, ið verður komandi leygarkvøld á Reinsarínum.

Eftir seinna innleiðandi umfarið í Sement leygarkvøldið, er nú greitt, hvør skal kappast í finaluni, ið verður komandi leygarkvøld á Reinsarínum.

Iron Lungs og Tummas Eivind & Hans Arni spældu seg víðari í finaluna, meðan Rökkvi, fekk wild card, ið verður givið til tann bólkin, sum dómararnir hildu vera tann besta av teimum, ið ikki upprunaliga kom víðari frá innleiðandi umførunum. Nógvar góðar framførslur hava verið.

Hetta merkir, at bólkarnir í finaluni verða:

Konni Kass

Sissal

Iron Lungs

Tummas Eivind & Hans Arni

Rökkvi

Hetta er ein blanding av øllum frá tí inniliga singer/songwriter stílinum til elektro popp og tungmálm. 

Finalan er leygarkvøldið kl. 20.00.