Áhugin er stórur millum útlendingar at vitja G-festivalin, og tí verða eykafráferðir bæði til London og Reykjavíkar
Hugurin at ferðast til Danmarkar er so stórur í summar, at Atlantic Airways hevur gjørt av at økja túratalið við fimm fráferðum afturat um vikuna, meðan skúlaferian er frá endanum av juni til miðjan august.
Eykafráferðir verða til Keypmannahavnar týsdag, hósdag, fríggjadag og sunnudag, meðan Billund eisini fær eina eyka fráferð úr Føroyum fríggjadag og til Føroya sunnudag.
Áhugin er eisini stórur millum útlendingar at vitja G-festivalin, og tí verða eykafráferðir bæði til London og Reykjavíkar bæði fyri og aftaná G-festivalin.
-Tað er serliga áhugavert, at hópur av onglendingum longu hava bílagt pláss á eykatúrinum úr London til G! festivalin í Gøtu, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airwyas.
A T L A N T I C A I R W A Y S pf.




