Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimm leikarar lið um lið

Jákup Ósá

Leikarin við flest uppleggum í fjør liggur aftur ovast á sama lista í ár. NSÍ eigur bæði toppskjútta og leikaran við flest uppleggum í løtuni, júst sum í fjør.

Topp 3 listin fyri upplegg sær í løtuni soleiðis út:

1. Árni Frederiksberg(NSÍ) 8 upplegg

2. Patrik Johannesen (B36) 7 upplegg

3. Sølvi Vatnhamar (Víkingur) 7 upplegg

Toppskjúttaralistin sær soleiðis út:

1. Klæmint A. Olsen (NSÍ) 13 mál

2. Adeshina Lawal (Víkingur) 11 mál

3. Patrik Johannesen (B36) 8 mál

4. Sølvi Vatnhamar (Víkingur) 8 mál

Fimm leikarar næstan javnir samanlagt

Tá vit telja mál og upplegg saman, so liggja fimm leikarar næstan javnir við antin 15 ella 14 málum/uppleggum tilsamans. Kanska eitt sindur óvæntað, so er Patrik Johannesen úr B36 tann leikarin, sum hevur verið við í flest málum saman við ársins leikara í fjør, Sølva Vatmhamar.

1. Patrik Johannesen (B36) 15 mál/upplegg

2. Sølvi Vatnhamar (Víkingur) 15 mál/upplegg

3. Adeshina Lawal (Víkingur) 14 mál/upplegg

4. Klæmint A. Olsen (NSÍ) 14 mál/upplegg

5. Árni Frederiksberg (NSÍ) 14 mál/upplegg

Harleywoodpaint