Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimm sangstjórnir syngja í Spaniastovu

Leikar í lund

Sangbólkurin KATA fer sunnudagin 30. november kl. 16.30 at hava konsert í Spaniastovu. Atg.m. kunnu bíleggjast á tlf. 457151 og á facebook og avheintast í Leikalund yrkadagar millum 10-15 og sunnudagin frá kl 1530.

Sangbólkurin KATA fer sunnudagin 30. november kl. 16.30 at hava konsert í Spaniastovu.

Atg.m. kunnu bíleggjast á tlf. 457151 og á facebook og avheintast í Leikalund yrkadagar millum 10-15 og sunnudagin frá kl 1530.

KATA :

Sangbólkurin KATA er ein a’capella bólkur, samansettur fimm songkvinnunum, sum allar hava gjørt vart við seg hvør sær. Arnfríð Lützen, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir, Eyð Berghamar Jacobsen og Unn Paturson eru allar virknar sum sangsolistar í ymiskum høpum, men tær hava eisini nógvar royndir innan kórheimin.

Eystureuropeiskt og føroyskt tilfar

Umframt vanliga eysturevropeiska tilfarið verður eisini føroyskt tilfar at hoyra.

Á konsertini í Spaniastovu fara tær fimm songkvinnurnar umframt at syngja bulgarskan og eystureuropeiskan kórtónleik, eisini at syngja føroysk skjaldur og kvæði í nýggjum hami. Føroysku løgini, tær syngja, eru úr bókunum hjá Marionnu Clausen “Føroya kvæði: løgini” og “Skjaldur, rímur og ramsur”, har Marianne skrivaði niður ymiskar variatiónir av skjaldrum og kvæðum, ið føroyskir sangarar hava sungið inn á band. Tær elstu upptøkurnar eru frá 1902.

Sangirnir fevna breitt innihaldsliga – úr tí heldur lætta og skemtiliga til frásagnir um dramatiskar kvinnulagnur.

Tá KATA varð til fyri um 7-8 árum síðani, gjørdu tær tað til sítt eyðkenni at syngja fólkasangir úr Eystureuropa, serliga Bulgaria. Seinastu tíðina er bólkurin farin alt meira yvir til eisini at syngja føroyskar sangir.

Bulgarskur fólkatónleikur er heimskendur fyri sítt serstaka ljóð. Við skeivum takt-artum, tøttum samljómum og við einari hvassari og ótilgjørdari raddarfyrimynd skapar hesin tónleikur eitt heilt serstakt og øðrvísi ljóðunivers, sum KATA hevur gjørt til sítt egna. Føroysku sangirnir eru nýligani settir út fyri kvinnurøddir.

Á konsertini hevur KATA Rógva á Rógvu við sær á slagverki.