Í frásøgnini frá aðalfundinum hjá Klaksvíkar Ítróttafelag 2009 varð í ”Norðlýsinum” og á Rás 2 sagt, at skrivað varð søga, við tað at tvær kvinnur á fyrsta sinni vórðu valdar í nevnd felagsins.
Hetta er skeivt.
Á aðalfundi í KÍ 5. apríl 1959 varð framúrskarandi hondbóltskvinnan, Borghild Jacobsen, vald í nevndina. Hon var tá um at vera liðug við háskúlaskeið í Danmark. Borghild og Malan Joensen (Malan í Vági) vórðu eisini valdar í nevndina á aðalfundi 5. mars 1961.
Hetta er gott dømi um, hvussu vandamikið tað er at brúka tíðindamiðlar sum keldutilfar, tá ið søga skal skrivast.
20.02.2009
Árni Dahl




