Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimtahvørt bretskt barn uppihildið av tí almenna

John William Joensen

Konservativi flokkurin í Stórabreltandi finst at arbeiðarastjórnini, hon hevur gjørt ov lítið við vælferðina

Bretski búskapurin hevur framt hópin av nýggjum størvum seinastu árini, men hetta eru serstakliga útlendingar, sum hava átikið sær hesi arbeiði. Hvørt fimta barnið veksur upp í einum heimi, har tey liva av stuðli frá tí almenna – í onkrum økjum er tað annað hvørt barnið.

Hóast Stórabretland sum eitt nú Danmark hevur sæð serstakar hækkingar í starvsetanum seinnu árini, er tað framhaldandi stórt tal av bretskum børnum, sum koma frá alment uppihildnum familjum. Hvørt fimta barnið veksur upp í familjum, sum eru bundin til pening frá bretska vælferðarríkinum, men í ávísum økjum er tað upp ímóti annað hvørt barnið, skrivar enska Daily Mail sambært nýggjastu tølini við bretsku stjórnini sum keldu.

“Hetta er skakandi ákæra ímóti miseydnaða politikkinum hjá stjórnini, har talan er um at handfara barnafátækradømi;” sigur framsøgumaðurin í arbeiðaramálum hjá konservativa flokkinum, Chris Grayling, vil Daily Mail:

“Veruleikin er, at nær um helmingurin av børnunum í nøkrum økjum koma úr heimum, sum er heilt og fullkomiliga tengd at almennum stuðuli, ráðharrarnir áttu at skamma seg, serliga tá tikið verður við, at so mangir útlendingar eru farnir til arbeiðis í Stórabretlandi seinastu árini”.

Vælferðarábøtur fremsta stríðsevni á komand vali
Fýra av fimm størvum, sum skapt eru í Stórabretlandini undir arbeiðarastjórnini hjá Blair, hava útlendingar søkt um og fingið.

Velferðarábøtur verður sambært Daily Mail høvuðsevnið í dystinum millum The Conservative og Labour uppundir næsta parlamentsval. Teir konservativu finnast at arbeiðarastjórnina – frá andstøðusessunum – fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at fáa bretsk arbeiðsleys til arbeiðis.

Yvir 2,2 milliónir børn í Stórabretlandi liva í familjum, sum eru bundin av inntøku-givnum játtanum frá tí almenna.

nj
Kelda: 180grader