Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finala í góðveðri

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) Veðrið verður væntandi gott, tá finalan um Løgmanssteypið verður í annaðkvøld.

Sambært yr.no, so verður gott veður á Tórsvølli í morgin. 3 m/s av eysturi og turt við møguleika fyri sól. Hitin verður um 12 stig. So lagt er upp til eitt satt brak millum KÍ og Víking, har flestu viðmerkjarar eru á einum máli um, at talan verður um sera tætta finalu millum liðini, sum eisini liggja á odda í landskappingini. 
Finalan byrjar kl. 18.00.