Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finalan verður týskvøldið

Jákup Ósá

Finalan í Klaksvíkskappingini verður spæld í Klaksvík týskvøldið.

KÍ tók leygardagin avgerð um, at finalan í Klaksvíkskappingini ikki bleiv spæld sunnudagin vegna vánaligar veðurforsagnir. Lítil ivi er um, at hendan avgerðin var røtt, tí tað var ikki spælandi í Klaksvík í gjár.

Ógreitt hevur verið, um finalan, sum er ein endurtøka frá finaluni í fjør, fór at vera spæld ella ikki. Men nú eru liðini samd um, at finalan verður spæld týskvøldið í Klaksvík. Dysturin millum KÍ og HB byrjar kl. 18.00. Dómari verður Alex Troleis.