Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fingu 450.000 kr í bót fyri at tveita 42 blá-gummir (blåsteinbit) út

John William Joensen

Norðlýsið hevur fingið váttan at talan var ikki um steinbít, men blåsteinbitar, sum á føroyskum er nevnt blágumma, sum Akraberg var tikin fyri at tveita yvir borð – ein fiskur sum ikki kann brúkast til nakað nevnivert. Hóast hetta fiskaslag er vanlig hjáveiða so verður eingin blágummu landa í Norra – men sambært fiskaren og norsku kystvakten eru tað bara føroyingar sum systematiskt tveita henda fiskin í havið.

Håkong Engevik, skipari á KV Nordkapp, sum kannaði føroyska trolaran Akraberg, greiður frá at teir kundu dokumentera at 42 steinbítar og fýra toskar vóru tveittir í havið. Fyri hetta fekk skiparin 30.000 N.kr. í bót og reiðarríðið fekk kr. 450.000,-

(kr. 10.434,78 pr. fisk)

Orðini omanfyri eigur Fiskaren sum enntá siterar norska kystvakt skiparan fyri at siga at útblakingin hjá Akrabergi var føst mannagongd. Norðlýsið hevur fingið váttan at talan var ikki um steinbít, men blåsteinbitar, sum á føroyskum er nevnt blágumma.

Hesin fiskurin verður ikki brúktur til nakað og sambært fiskepedia.no stendur hetta at lesa um fiskin, sum norsku myndugleikarnir góðu føroyska trolaranum 10.434 kr. pr. stk. í bót fyri:

Utnyttelse: Som nevnt er kjøttet gelèaktig og inneholder mye vann. Dermed blir ikke kjøttet utnyttet (det er mulig enkelte i Russland utnytter kjøttet, men det er ikke bekreftet). Likevel dukker blåsteinbit opp i enkelte fangststatistikker, sannsynligvis uten å være korrekt. Arten dukker hyppig opp som bifangst etter andre arter.

Sambært norskum kunngerðarblaði fæst eingin peningur fyri blágummu og tá hesin fiskur ikki kann brúkast til framleiðslu, kann neyvan verða skeivt at lata nátúruna taka hetta lívrunna tilfarið til sín aftur. Og sambært almennu hagtølunum í Norra eru eingi norsk skip sum føra blágummu til lands.