Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fingu ikki rampan heilt niður at

John D. Olsen

Av tí at sera høg flóð var í kvøld, fekk Norrøna ikki rampuna heilt niður at. Býarverkfrøðingurin og borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, eru samdir í at um teir fáa ábendingar, um at Norrøna fer at brúka atløgubryggjuna í Ánunum, so er býráðið sinnað at gera íløguna sum ger hetta møguligt.

Tá Norrøna kom á Ánirnar í kvøld, fingu teir ikki rampan heilt niður at, av tí at sera høg flóð er.

Heri Hammer, býarverkfrøðingur í Klaksvíkar Kommunu, sigur, at tað bert er ein trupulleiki hjá Norrønu at fáa rampan heilt niður á skráningin tá heilt stór flóð er.

Tá býráðið arbeiddi við at gera havnina, varð ikki mett, at tað var ráðiligt, at gera eina hydrauliska rampu, soleiðis at skip sum Norrøna undir øllum umstøðum kundu leggja at. Grundin til hetta var, at býráðið onga positiva ábending hevði fingið frá Smyril Line, um at teir vóru sinnaðir at brúka atløgubryggjuna í Ánunum. Mett varð, at kostnaðurin á einari slíkari rampu lá um 8 mill. kr. sigur Heri Hammer.

Býarverkfrøðingurin sigur, at um teir fáa ábendingar um, at Norrøna kemur at brúka Ánirnar, so er tað bert ein fíggjarligur spurningur, sum hetta verður framt í verkið.

Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, er samdur við Hera Hammer. Hann sigur, at um Klaksvíkar Kommuna fær eina áheitan frá Smyril Line, um at teir hava áhuga í koma norður í Ánirnar við skipinum, so fara vit at gera tað møguligt hjá Norrønu at fáa rampan heilt niður at, sjálvt tá sera høg flóð er. Ein møguleiki er, at gera eina bíligar loysn, sum ikki er so kostnaðarmikil, sum ein hydrauliskur rampi. Slíkar loysnir eru eitt nú í Íslandi.