Myndarøð: Hóast teir bara settu hálvan annan stamp av kalvalínu úti í Svínoyarhavinum týsdagin, so bragdaði hjá fýra fiskiligum frítíðarfiskarum.
Myndarøð: Hóast teir bara settu hálvan annan stamp av kalvalínu úti í Svínoyarhavinum týsdagin, so bragdaði hjá fýra fiskiligum frítíðarfiskarum.
Karsten Joensen er ein av teimum, sum vóru við hendan túrin týsdagin. Hann sigur, at tað hilnaðist væl og at teir fingu stóran kalva.
– Vit settu hálvan annan stamp úti í Svínoyarhavinum. Og tað var væl á. 150 pund av ymiskum fiski og so ein kalva á 116 pund. Agnið var makrelur. Frammanundan høvdu vit leitað okkum ráð hjá gamla skiparanum á Esther, so hann segði okkum, hvar vit skuldu seta, sigur ein vælnøgdur Karsten Joensen. Hann leggur afturat, at pannikøkurnar hjá Jákup Paula á Húsum, sum hann gjørdi meðan teir bíðaðu eftir at fara at draga, komu sera væl við. Tað vóru eisini teir báðir, sum vóru bæði skipari og stýrimaður hendan túrin umborð á Skálanes, sum báturin eitur.
Teir sum vóru við hendan túrin vóru Karsten Joensen, Steffan Kalsø, Jákup Pauli Lassen og Hendrik Djurholm. Myndirnar eru frá túrinum og tá teir høvdu lagt at bryggju.




