Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fingu UEFA á rættvísari tankar í síðstu løtu

Jákup Ósá

Tað sá leingi út til, at dysturin millum KÍ og Zalgiris fór at vera leiktur á Tórsvølli, hóast heimavøllurin hjá KÍ í Europa kappingum er á ovara vølli í Gundadali.

Fyrr í kvøld skrivaði Norðlýsið, at alt bendi á, at tað fór at ganga útyvir KÍ, at Zalgiris ikki fekk lent í Føroyum. UEFA hevði ætlanir um at flyta dystin á Tórsvøll kl. 19.00 hóskvøldið, har KÍ hvørki hevur spælt ella vant í fleiri ár og sum er heimavøllurin sum hevur lægstu raðfesting hjá KÍ. Hetta setti KÍ hart seg upp ímóti, tí KÍ hevur raðfest ovara vøll í Gundadal sum sín heimavøll í Europa. Sum Norðlýsið skilir, so var ónøgdin frá KÍ sera stór og fleiri fakfólk blivu kallaði inn fyri at fáa broytt hesa óskiljandi avgerðina. Tummas Lervig er formaður í KÍ og hann fegnast um, at av øllum illum, so eydnaðist tað at sleppa undan at skifta heimavøll, hóast tað er keðiligt at skula broyta eina dystartíð so seint undan dystinum.

– Tað sá út sum at ein púra óskiljandi avgerð bleiv tveitt omanyvir okkum, og tað skiltu vit als einki av. Men vit hava við góðum grundgevingum víst, hví tað ikki gav nakra meining, at hetta skuldi ganga útyvir okkum. Vit fingu tíbetur UEFA í betri tankar, soleiðis at av øllum illum, so spæla vit á sama heimavølli, sum vit hava gjørt í ár og í fjør og sum er ein vøllur, sum vit kenna, sigur Tummas Lervig.

 

 

KÍ og Zalgiris spæla mikudagin kl. 17.00 á ovara vølli í Gundadali.

Harleywoodpaint