Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finn ein feil á myndini

(
John Færø)

Tað er nakað á hesi myndini, sum ikki ruggar heilt rætt. Fyri at geva eitt "clue" skulu vit upplýsa, at tað snýr seg um skeltingina. Svarið fært tú við at trýsta á greinina.

Tað snýr seg um tað langa og smala skeltið, sum býtir fyribils vegin sundur í tvey, har onnur ferðslan gongur suðureftir og hin norðureftir.

Sambært teoriini skalt tú koyra fram við einum slíkum skelti á tí síðuni, har sum strikurnar venda niðureftir, tvs. í hesum føri vinstru megin hatta skeltið, sum er mitt í myndini.
Tað er sjálvandi ikki ætlanini hjá teimum, sum hava sett skeltið upp, og sum tað sæst á myndini, so koyrir bilurin eisini høgru megin skeltið, meðan mótkoyrandi ferðslan skal koyra á breytini hinumegin skeltið.

Tá hetta er sagt, skal upplýsast, at í dag (fríggjadagin) var eitt nýtt slíkt skelti sett upp, har strikurnar venda rætta vegin, so feilurin er rættaður, nú hesar reglur verða skrivaðar.