Á tíðindafundi í KÍ-høllini í morgun var Finn Johannsen formelt settur í starv sum ungdómsvenjari hjá KÍ
Finn Johannesen var fegin um at hava fingið starvið, og segði at KÍ fór at hyggja út í heim eftir samstarvspartnarum.
– Umframt at menna fótbóltin í norðoyggum, uttan fyri Klaksvíkina, fara vit at halda á við samstarvinum við feløg í útlondum.
– Í summar høvdu vit vitjan av ungdómsvenjara úr Liverpool, og um vikuskifti sleppur ein av ungu talentunum hjá felagnum at royna seg til venjing í Chelsea segði nýggji ungdómsvenjarin m.a. á tíðindafundinum.




