Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finn Kjølbro í Smæruni

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Smæran var fullsett við fólki, tá Finn Kjølbro, abbasonur Jógvan Fr. Kjølbro helt ein sera áhugaverdan fyrilestur um Kjølbo og virksemi hansara. Finn er nærlagdur, og kom hann víða umkring, og liggur tað ræðið fyri hjá honum at greiða frá.

Finn hevði tó avmarkað seg til ávís tíðarskeið og tók brot úr drúgvu søguni um Kjølbro, sum kemur út í bók í summar.


Torri

Kjølbro átti sum kunnugt hópin av útróðrarbátum, og varð ein teirra kallaður Torri. Fyrsti bátsformaður á Torra í 1952 var av kendari útróðrarmannaætt í Klaksvík, Kristian hjá Mikkjal (hjá Linu). Torri ella ei, skjótt fekk hann navnið “Torrakristian”.

Kjølbro byrjaði egnan handil í torra fyri 100 árum síðan á Biskupstøð 10. februar, og hann andaðist í torra, 6. februar 1967 og var grivin 10. februar.

Eitt av brotunum hjá Finn var um, tá ið Kjølbro fór at banka upp á hjá “Faktorinum” at biðja sær lærupláss í 1902. Annað brot var um, tá ið Kjølbro læt upp egnan handil í torra í 1915 fyri 100 árum síðan.

Eisini greiddi Finn frá um mongu bátarnar, hann keypti, og góða samstarvið við beiggja sín, Dáva – Dávur úr Gerðum, nevndur.

Tað er torført at endurgeva úr rúgvuni, men hava vit fingið loyvi til at endurgeva brot úr sjálvum fyrilestrinum hjá Finn Kjølbro:


Fer til Faktorin

Annað jólakvøld 1902 fór ein ungur drongur í Gerðum frá húsum til gongu eftir vegnum út í Klaksvík. Tá á døgum var langt úr Gerðum út í Klaksvík, hartil var vegurin vánaligur, meiri at kalla ein smøl gøta, ongir bilar ella onnur flutningstól, ongi gøtuljós, og hesa ársins tíð tíðliga myrkt.

Hann var ikki ørindaleysur, ætlaði sær at hitta sjálvan faktorin, – í dag høvdu vit sagt stjóri – við handilin hjá Jørgen Bech & Sønner og spyrja hann, um tað var møguligt at fáa eitt starv við handilin. Nú hevði hann so leingi hugsað um hetta, men enn hevði hann ikki havt mót, tí sum hann segði seinni: ”Tað skuldi ikki so lítið mót til hjá einum ungum dreingi at leita tann mannin upp”.

Hinvegin, so leiddist hann við at rógva út av Borðoyarvík, ja hann tímdi als ikki tað lívið. Har lá stóri handilin, sum saman við teim almennu stovnunum, sum tá vóru norðuri í Vági, myndaðu centrum í Norðoyum. Gamla Klaksvíkin lá myrk, men uppi hjá faktorinum var ljós. Nú skuldi tað verða! – Hann helt á dyrnar.

Dóttir faktorin, Magdalena tók ímóti honum. Hon var fryntlig, og segði: babba er á kantórinum, og peikaði á hurðina, far bara og banka uppá. Hann so gjørdi. Faktorin lat upp. Har stóð hann, hesin mektigi maðurin, høvdingin í Norðoyum, – um ikki so ógvuliga stórur uppá kropp, so ógvuliga stórur í mæti. Og har stóð hesin ungi drongurin andlit til andlit við henda mikla kappa.

Hvat hann vildi sær? Jógvan segði ørindi síni. Faktorin svaraði, at tað var kanska ikki ómøguligt, hann skuldi fáa beskeð innan nýggjár. Tað var ein glaður drongur, sum hetta annað jólakvøld aftur fór heim eftir veg niðan í Gerðar, nú vóru sporini lættari.

Drongurin var Jógvan Frederik Joensen, seinni betur kendur sum Kjølbro, ættaður úr húsinum ”Har Yviri”, sonur teirra Elsu, ættað úr Hoygarðinum á Toftum og Óla Joensen, yngsta son gamla Jógvans, bónda í Niðristovu í Gerðum, vanliga nevndur Ólav klokkari.

Tað gingu bert fáir dagar, so fekk hann beskeð, hann kundi byrja í handlinum á nýggjárinum. Óneyðugt at siga, at annan nýggjársmorgun møtti hann upp í handlinum stundisliga.

Onki varð tosað um løn, fakfelag var onki, sáttmáli ongin. Nei, har var bara at spýta í nevarnar, fara til verka og vóna tað besta.

Kjølbro greiðir frá í upptøku, sum er gjørd við hann: “Eg var eitt heilt ár í handlinum, uttan at vita um eg fekk nakra løn. Men á nýggjárinum rópar Faktorurin meg inn á skrivstovuna og gevur mær 12 tíggjukrónu stykki í gulli. Tað var ein glaður drongur, sum fór til hús hetta kvøldið”.


Egnan handil

Klaksvíkshandilin hevði fleiri úthandlar á bygdunum, eisini ein heima á Biskupsstøð. Tá Óli í Skúla fór úr klaksvíkshandlinum og byrjaði fyri seg sjálvan, fekk Jógvan mest við úthandlarnar at gera, serliga við handilin á Biskupsstøð. Tað var upprunaligi handilin hjá Jóhann Ziska, sum var, har kappróðrarneystið er nú.

Har var Óli á Biskupsstøð, sonur Hanus bónda, ”filialbestýrari”, sum tey søgdu tá, men hann bleiv ikki gamal, doyði longu í 1905, og systir hansara Karin, sum hevði verið ekspeditrica, bleiv bestýrari. Nú kom Jógvan at umgangast Karin meira og meira, tað rann saman teirra millum og tey giftust í 1909, bygdu nýggj hús beint omanfyri, og nú bleiv hann kallaður Jógvan á Biskupsstøð.

Hann bleiv leiðar í úthandlinum. Men Ziska`sa handil var í ringum standi, uddi í rottu. So Kjølbro bjóðaði sær at byggja ein lítlan handil upp í hús síni og flyta handilin niðan hagar og halda fram sum filialbestýrari.

Tað gjørdi hann 12.12.1912. Men longu á heysti 1914 segði hann upp hjá Klaksvíkshandlinum, gjørdi upp á nýggjárinum og byrjaði fyri seg sjálvan á torradøgunum 1915, 10. februar, fyri júst 100 árum síðan.


Keypir Solo

Ein dagin á heysti 1912, tá beiggin Dávur kom inn á gólvið, fóru teir at tosa um skip. Jens í Dali seldi eina slupp fyri kr. 7.000,-. Dávur átti kr. 2.000,- og Kjølbro kr. 2.000,-. Teir bóðu bankan um lán, men tað bar ikki til. Fóru aftur til Jens í Dali, sum undraðist og gav ilt av sær um bankan – “Hvussu kunnu vit byggja hetta landið”, tók hann til.

Endin varð, at Jens lænti teimum kr. 3.000,- við teirri treyt, at peningurin skuldi gjaldast aftur eftir trimum árum.

Tað var ein stór løta fyri teir báðar, annar 26 ár, hin 23 ár, og øll teirra, tá ”Soli deo Gloria” kom inn eftir vánni í Klaksvík – Dávur við róðrið, meðan Jógvan og øll teirra stóðu og bíðaðu á Biskupsstøðbrúnni. Solo kastaði akker innarliga, útfyri Biskupsstøð. Tað bleiv gjørt skjótt av, longu tríggjar dagar seinni 17. mei 1913 fóru teir avstað fyrsta túrin.

Tá ið tvey ár vóru liðin, hevði Jens í Dali fingið peningin aftur, hann lænti brøðrunum, Jógvan og Dáva.

Harleywoodpaint