Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finn tína styrki!

Oliver Joensen

Soleiðis sigur Elisabeth akursmørk, um fyrilesturin hon kemur at hava í Leikalund, komandi mánakvøld kl. 20.00.


Finn tína styrki!
– og skapa tað lív tú ynskir tær!
 
Tín styrki liggur goymd í týdninginum, tú gevur lívinum. Vit ráða ikki altíð yvir, hvørjum vit koma út fyri ella hvat vit uppliva. Men við at taka ábyrgd fyri okkum sjálvum, kunnu vit velja hvussu vit hugsa um tað, hvønn týdning tað fær fyri okkum og hvussu vit lata tað ávirka okkum.
Flestu av okkum vita, at vit eru før fyri at skapa tað lív vit ynskja okkum. Avbjóðingin er bert, at vit ikki altíð vita hvussu.
Hesin fyrilestur setur fokus á týdningin, av at seta tær mál og at røkka teimum, hvussu tú finnur og brúkar egnar møguleikar at mennast, og hvussu tú fært tað lívið tú ynskir tær.
 
Soleiðis sigur Elisabeth Akursmørk, um fyrilesturin hon kemur at hava í Leikalund, komandi mánakvøld kl 20.00.
Elisbeth er 34 ára gomul og útbúgvin øknoma. Í seinastuni hevur hon tó valt at víðka um sína útbúgving, og hevur verið á coaching skúla í Danmark. Coaching virksemið hjá Elisabeth, virkar á tann hátt, at Elisabeth fer út á virkir og skúlar, at hava fyrilestrar og skeiðir fyri næmingum og starvfólki, umframt at veita persónliga vegleiðing til einstaklingar. Eisini hevur hon hegnisliga sameint sínar tvær útbúgvingar, við at skipa fyri klænkiskeiðum.
Elisabeth Akursmørk er ógvuliga dugnalig til at coacha, og hevur hon fingið nógva umtalu fyri sítt arbeiði. Komandi tíðina, er Elisabeth sera nógv umbiðin, men hon hevur tikið eitt kvøld úr sínum kalendara, til at halda fyrilestur í Leikalund í Klaksvík.
Eftir fyrilesturin, fer Maj Bjerregaard frá Húsarhaldsskúlanum, at borðreiða við heitari suppu, og lagt verður tí upp til eitt hugnaligt kvøld saman.
Fyrilesturin verður mánakvøldið 13. mars, hann er ókeypis og er fyri øll.
Hjartaliga vælkomin!