Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finnur bardist..

Oliver Joensen

Tað sigur Dan Klein, blaðstjóri á Oyggjatíðindum í minningargrein um vinmannin og ótroyttiliga ítróttaskrivaran í Oyggjatíðindum.

Finnur bardist í móti føroyskum Guantanamo-tilstandum

Á middegi fríggjadagin 5. Desember, andaðist Finnur Helmsdal, á Landssjúkrahúsinum, bara 56 ára gamal. Hann fekk fyri hálvum ári síðani staðfest sukursjúku og síðani krabbamein í brisunum. Og tað var bardagin í móti krabbanum hann tapti, tó at alt sýntist at ganga, sum tað skuldi í Kina. Staðfest var, at fyrsta viðgerðin riggaði, sum hon skuldi. Tó hevði krabbin fingið fatur í aftur aðrastaðir, men sum umgangandi kom undir viðgerð í Kina. Áðrenn seinna túrin til Kina, varð hann skurðviðgjørdur í Føroyum.
Men afturkomin til Danmarkar varð staðfest, at Finnur hevði bløtt inn í magan, og ein blóðtøpp hevði hann eisini fingið. Hetta var frá vónini til vónloysi, og so gekk skjótt niður á bakka.

Vit, sum kendu Finn Helmsdal undrast ikki eina løtu yvir, at hann júst valdi sær lívsstarv, sum sosialráðgevi, tí tað gav honum møguleika at vera nakað fyri onnur, sum av einhvørjari orsøk vóru komin illa fyri í samfelagnum.

Finnur var ein stórur humanistur við einum stórum sosialum hjarta. Tað var júst hetta, at vera nakað fyri onnur, sum á ungum aldri kom at eyðkenna og forma restina av lívinum hjá Finni Helmsdal, ið bardist fyri korunum hjá teimum veiku.
Tað var tí eisini heilt náttúrligt, at Finnur Helmsdal, kom á Almannastovuna. Hann hevði eitt serliga tætt tilknýti til táverandi stjóran, Klaus Herman og Trygva Strøm, sum allir eisini vóru persónligir vinmenn.

Tað var eisini eitt heilt náttúrligt val, at lata Finn Helmsdal gerast leiðara á Andveikraverndini, men tá nýggj leiðsla kom, vóðru aðrir bollar serveraðir í suppuna, og tað var ikki nakað humanisturin við stóra sosiala hjartanum vildi svølgja uttan mótmæli. Og Finnur var aldeilis ikki tann mest eleganti tá hann við sínum stutta fjúsi, segði sína hjartans meining.

Spakuliga bleiv hann hóttur og trýstur út, tí hann vildi ongantíð selja út av síni sannføring. Tað kostaði honum dýrt, eins og tað kostaði honum nógv at vera partur av Oyggjatíðindum. Tað tænir ikki Javnaðarflokkinum til stóran sóma, um tíðin hjá Finni á Almannastovuni verður lýst alment út í æsir.

Onkur av hesum skarprættarum er enn sjónligur í landslagnum.

Finnur Helmsdal kendi sosialu skipanina innanífrá. Hann visti hvørji krøv almannaklienturin kundi seta skipanini, men visti um nakar, at skipanin kundi svíkja. Sum ta ferðina sosiala skipanin noktaði at koma neyðstøddum almannaklienti til hjálpar tá pedofilur í Vágunum bleiv meldaður fyri neyðtøku.

Slíkt píndi Finn Helmsdal almikið, men hann fekk onki gjørt. Hann var dikteraður og bundin á hond og fót. Men hann gjørdi sína skyldu.

Finnur Helmsdal hevði stóra virðing millum manna, sum ítróttarmaður og ítróttarviðmerkjari.

Sjálvur hevði hann førleika og barlast, bæði sum leikari í Kyndli og í HB. Hann skrivaði bók um landsliðið, sum hann fylgdi tætt øll tey fyrstu árini. Finnur var eisini við til at geva fleiri ítróttarárbøkur út.

Áðrenn Finnur kom at vera fastur ítróttarjournalistur á Oyggjatíðindum, hevði hann í eina tíð skrivað um ítrótt í 14. September, ið seinni gav blaðið Ítróttur út, sum hevði eina imponerandi redaktíon við Vagni Michelsen, Manna Person og Finni Helmsdal. Eg meini eisini, at Leivur Hansen eitt skifti var við í toyminum.

Hetta vóru garvaðir pennar, og eitt team, ið vildi nakað við ítróttinum. Bert spell, at blaðið hevði stutta livitíð, tí hetta var eitt kompetent og gott ítróttarblað, sum hevði breiðar vinklar, eisini kritiskar viðmerkingar við stórari undirtøku millum áhugaði fólk.

Nakað, sum píndi Finn Helmsdal, var, at távarendi blaðstjórin á Fjúrtanda ikki bakkaði ítróttar redaktiónina upp, tá skrivað varð um kritisk viðurskiftir, men heldur valdi at sleikja, og bera í bøtiflaka, og harvið niðurgera arbeiði hjá sínum egnu journalistum. Ein blaðstjóri við ryggi, sum ein kókað pylsa. Hetta var eisini beinleiðis orsøkin til, at Finnur Helmsdal, valdi at koma til Oyggjatíðindi at skriva ítrótt.

Hetta var eitt val, Finnur Helmsdal sjálvur gjørdi.
Hann var ein mikið kompitentur ítróttarviðmerkjari, at hann kundi valt eitthvørt annað blað, at skriva fyri, men Oyggjatíðindi skuldi tað vera, tí blaðið hevði eina redaktionella linju, hann til eina og hvørja tíð kundi taka undir við.

Hetta var eitt val, Finnur gjørdi fyri meira enn 20 árum síðani, hóast hann væl visti, og bleiv eisini mintur á, at sambandið við Oyggjatíðindi var ikki serliga heppið fyri hann, og at hetta kundi darva møguleikum hansara í samfelagnum og í politikki. Men tann ið helt, at Helmsdal var ein persónur, sum kundi hóttast, fekk skjótt at sanna, at best var at stinga pípuna inn aftur.

Hann var kompromiðsleysur tá onnur royndu at sparka til hansara egnu hugsjón, men var, so løgið tað ljóðar, eminentur at finna semjur tá onnur stríddust.

Seinni kom Finnur bæði inn í kommunal- og landspolitikk. Sum býráðslimur, og sum formaður í barnaverndini í Havn kom hann nærri neyðini og vónloysinum. Tað kravdi ein sterkan persón, at taka avgerðir, sum fyri eina tíð kundu slíta tætta bandið millum børn og familju, sum neyðin hevði rikið upp í ein krók. Sjálvt fyri ein mann sum Finn hevur hetta verið sera tungt og kensluborið, og hevur heilt givið eisini slitið.

Men, sum eg plagi at ugga meg sjálvan við. Doyggja fólk ikki av ágangi, kunnu tey bara verða sterkari. Hetta haldi eg eisini kundi sigast um Finn Helmsdal.

Tað var serliga, sum løgtingsmaður, Finnur Helmsdal, kom at gera um seg á almenna pallinum, og barlast hansara, sum sosialráðgevi og ikki minst hansara kunnleiki til barnaverndararbeiði, kom til sín rætt í løgtinginum. Hann strembaði eftir at sleppa upp í lóggevandi forsamlingina, tí har visti hann, at møguleikin var at gera ein mun fyri at bøta um korini hjá teimum gomlu, teimum sjúku, teimum brekaðu, og teimum, sum lívið hevði rikið inn á eina vónleysa skuggasíðu.

Finnur Helmsdal kom at sita í løgtinginum, sum eykamaður í 1998 til 2002. Men hann varð valdur í løgtingið í 2004 til 2008. Á valinum í 2004 hendi tað løgna, at tríggir fingu júst sama tal av atkvøðum. Teir vóru Finnur Helmsdal, Jógvan Arge og Rói Egholm, men tá bara ein teirra kundi koma í løgtingið, varð lutakast, sum Finnur so vann.

Hann var sjálvskrivaður í mentanarnevndini og í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum. Tó at Finnur Helmsdal hevði ein breiðan áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og kundi tosa við um alt, og hava sínar meiningar, so var tað mentanin og sosialu korini, og viðurskiftini hjá minnilutabólkum, ið hevði hansara stóra áhuga.

Finnur Helmsdal var ikki, sum aðrir tingmenn, ið oftast hyggja eftir hvussu nógvar atkvøður, eitt mál kundi geva teimum at umrøða. Slíkir oportunistar eru nógvir av í løgtinginum.

Í veruleikanum arbeiddi Finnur Helmsdal í einum minuøki. Tað var t.d. ikki nakar ávísur bíbilskur tekstur, sum sannførdi hann um, at tey homoseksuellu áttu sama rætt til verju, sum øll onnur. Í málinum um 266b var tað humanisturin, ið vísti samkenslu við ein minnilutabólk. Tað var heilt náttúrligt fyri tingmannin, at tað átti ikki at vera loyvt at fremja ágang í móti hesum minnilutabólki.

Eg giti, at tað mundi pína Finn, at tað vóru tingmenn, sum í grundgevingini í móti at verja minnilutabólkin, vístu humanismuni frástøðu, tó at júst humanisman er sprottin úr kristindóminum.

Tað var imponerandi, at hoyra tingmannin – oftast einsamallan, grundgeva fyri stuðli til veikar næmingar, einligar mammur, børn við atferðartrupulleikum , tey sálarsjúku og heimleysu. Hann gloymdi ongan, og tað var honum so floytandi líka mikið um hann var í samgongu ella í andstøðu. Mangan føldi eg, at Finnur stóð á klettinum og rópti upp í móti ættini, men eg helt at rødd hansara eisini var vakrari at hoyra fyri hvørja ferð.

Tað vóru eisini fólk, sum hildu, at Finnur var einasti sosiali profilurin, Tjóðveldi átti – og tað hoyrdist serliga í fullveldissamgonguni, tá flokkurin sýntist at virka í eini dreymaverð.

Finnur Helmsdal setti nógv lógaruppskot fram, ikki bara saman við flokkinum, men eisini, sum einstakur tingmaður, og saman við øðrum. Men fleiri fyrispurningar komu eisini frá hansara hond – sera áhugaverdir eisini.

Ein av teimum heilt hvassu og áhugaverdu, men viðkomandi fyrispurningunum, var um Fróðskaparsetur Føroya, um sokallaðu Menas-gøluna, har universitetið hevði slept øllum krøvum um sakliga gransking. Prógv var eisini fyri, at ongin integritetur var galdandi á Setrinum – heldur ikki í hesum málinum, og at hetta var og er ein afturvendandi trupulleiki við hesum sokallaða læristovni. sum má og skal vera púrasta óheftur.

Løgtingsmaðurin Finnur Helmsdal, kendi til viðurskiftini á Fróðskaparsetrinum, har hann sjálvur hevði lisið á Søgu- og Samfelagsdeildini. Hann kendi til vandamiklu og maktmiklu losjuni á Setrinum, og hevði alla orsøk at seta spurningar við fakliga førleikan.

Men hetta fall ikki í góða jørð í floksskipanini, og als ikki hjá floksformanninum, sum antin ræðist ella beinleiðis verður stýrdur av loyni-losjuni. Men Finnur Helmsdal helt uppá, at spurningurin skuldi setast landsstýrismanninum.

Men hetta metti floksformaðurin hjá Finni at vera eitt álitisbrot, men tað var ikki fyrstu ferð, at sosialráðgevin gekk í móti sínum egna floksformanni. Hann noktaði at vera marionettdukka hjá einari akademiskt veikari loynilosju, har spurnartekin kundi setast við bæði kompitansu og førleika.
Men hann visti eisini, hvussu máttmikil hendan losjan var. At hon setti limir í búskaparráðið, fremur tilmælir til fleiri høg størv, eitt nú í fjølmiðlanevndina og Kappingarráðið, men krevur so afturfyri treytaleyst lýdni. Dømir og prógv eru fyri, at losju-umboð hevur bjóðað eitt ávíst starv fyri eina ávísa tænastu, ið ikki var rein í kantunum.

Politiska støðan hjá Finni var greið, og líkamikið hvussu ósamdur hann annars kundi vera við floksleiðslu sína, var hann altíð fyrst og fremst tjóðveldismaður, men eg veit eisini, at hann hevði stóra virðing millum fólk – eisini sambandsfólk, tí hann var so botn erligur, og var ikki bangin fyri at siga, at fullveldi hevði sín prís, sum hann fullvæl visti, at øll ikki vóru til reiðar at gjalda.
Finnur Helmsdal var ein góður maður, pápi og abbi. Altíð nærverandi, nærlagdur, og tey, sum kendi hann væl, vistu, at hann eisini ein djúpthugsandi maður, sum ikki opnaði munnin um hann onki hevði at siga. Hann var nevniliga ein góður lurtari, og tískil eisini góður í ráðum.
Tá ið avgerð var fallin í onkrum lívsins samanhangi, kundi Finnur skemtandi brúka orðini: – Farvæl Sofus…
Vit siga: Farvæl Finnur, og takk fyri alt tú vart fyri okkum øll, og má Harrin geva okkum styrk at koma í gjøgnum hesa sváru tíðina. Takk fyri tíðina, mær untist at hava saman við tær, bæði sum vinmaður og sum partur av Oyggjatíðindum.
Friður verið við minninum um Finn Helmsdal.
Dan