Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finnur Justinussen spælir ikki meir við Víkingi

Jákup Ósá

Toppskjúttin hjá Víkingi fer nú av landinum í lestrarørindum.

Toppskjúttin hjá Víkingi fer nú av landinum í lestrarørindum. 

Toppskjúttin hjá Víkingi í 2015, 2014, 2013, 2011 og 2009 spælir ikki við Víkingi aftur í ár og heldur ikki næsta ár. Hann fer nú av landinum í lestrarørindum. Finnur Justinussen var toppskjútti í føroyskum fótbólti í 2009 og 2011. 

2009 var fyrsta árið, at tann tá 20 ára gamli Finnur regluliga í uppstillingini hjá Víkingi. Í 2012 spældi hann fótbólt í Svøríki. Finnur hevur verið toppskjútti hjá Víkingi í 2009, 2011, 2013, 2014 og 2015(í løtuni). Harvið var tað bara í 2010, at Finnur ikki endaði sum toppskjútti í Víkingi ella rættari sagt: Hann hevur verið toppskjútti 5 ferðir av 6 kappingarárum. Hann hevur skorað tilsamans 97 mál í 173 dystum í Effodeildini. Og bæði í 2014 og 2015 er hann leikarin hjá Víkingi, sum hevur lagt upp til flest mál. 

Finnur sigur við Norðlýsið, at hann vónar at fáa eitt felag í Danmark á passandi støði at spæla fyri, har hann kann halda seg í gongd.