Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fínteljing og lutakøst hava verið

Jákup Ósá

Nú er greitt, hvør er eykaumboð hjá Nýggjum Sjálvstýri og Tjóðveldinum.

Onkrar atkvøður løgdust afturat, men úrslitið broyttist ikki. 

Herfrí Sørensen kom uppá 100 atkvøður og Nýtt Sjálvstýri uppá 1100 atkvøður tilsamans. Tað vóru m.a. broytingarnar eftir fínteljingina, tá nøkur valevnir fingu eina atkvøðu afturat. Tey vóru Herfrí Sørensen, Terja Ósá Sivertsen, Jógvan Skorheim og Kristian Eli Zachariassen. 
Har sum tað stóð javnt millum valevnini bleiv eisini lutakast. Kanska mest spennandi var tað, hvør vann lutakøstini hjá Nýggjum Sjálvstýri og Tjóðveldinum, tí har var javnt millum tey, sum blivu eykavald. Hjá Nýggjum Sjálvstýri vann Kjartan á Gravarbø lutakastið móti Svein Rógva Nielsen Ljósstein. Tí verður Kjartan eykaumboð hjá Nýggjum Sjálvstýri. Hjá Tjóðveldinum vann Óluva Klettskarð lutakastið móti Jóhann Lutzen. Sostatt verður Óluva eykaumboð hjá Tjóðveldinum. Hjá Javnaðarflokkinum vann Finnbjørn Vang lutakastið móti Gunnvá T. Joensen sum nummar fýra á listanum hjá Javnarflokkinum.