Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fípan Fagra og Nevið Reyða vunnu

Jákup Ósá

Eru kappingin í ódnartøkum eftirfarandi, so verður talan um eitt spennandi kappróðrarár hjá klaksvíkingum.

Í gjár var várkappingin í ódnartøkum hildin á havnarvág. Tveir bátar hjá KRF luttóku og væl hilnaðist. Hjá 5-mannaførum við dreingjum vann Fípan Fagra. Fýra bátar luttóku í tí róðrinum. Hjá 8-mannaførum vann Nevið Reyða. Har luttóku tríggir bátar. So vil tíðin vísa, um góðu úrslitini eru ein ábending um, at hesir bátarnir fara at standa seg væl í FM kappróðrinum í summar, ið byrjar um ein góðan mánaða.

Harleywoodpaint