Aftur í dag eydnaðist Fípuni Føgru at vinna í barnaróðrinum hjá gentunum.
Fípan hevur vunnið allar stevnurnar uttan á heimasjógvi á Norðoyastevnu. Í dag var munurin tó lítil. Tí bara 6/25 av einum sekundi vóru á muni millum teir báðar fremstu bátarnar.
Støðan gjørdist:
1. Fípan Fagra 02.44.00
2. Títlingur 02.44.06
3. Firvaldur 02.45.12
4. Jallurin
5. Spógvin
6. Hulda
7. Beinta
8. Pílur
9. Royndin fríða
Samlaða støðan er hendan í FM kappingini hjá gentum.
1 Fípan Fagra 27
2 Títlingur 23
3 Jallurin 18
4 Spógvin 16
5 Firvaldur 16
6 Hulda 7
7 Beinta 4
8 Falkur 1
9 Royndin Fríða 0
10 Pílur 0
Myndin er frá Klaksvíkar Róðrarfelag og er tikin á Sundalagsstevnu.




