Fípan Fagra við dreingjum róðu ein sera góðan róður og vunnu á Jóansøku í dag.
Fípan vann á Norðoyastevnu og Sundalagsstevnu, men á Eystanstevnu vann Blikur. Í dag svaraði Fípan so aftur og vann sín triðja sigur í ár. Munurin var ein sløk hálv bátslongd í góðveðrinum í Vági. Sostatt liggur Fípan á odda í samlaðu FM kappingini við 27 stigum. Blikur hevur 25 stig.
5 mannafør dreingir
1 Fípan Fagra 05:04.18
2 Blikur 05:05.13
3 Frúgvin 05:12.17
4 Ternan 05:14.16
5 Jallurin 05:17.03
6 Tekla 05:23.12




