Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Firmakapping 2014

Tíðindaskriv

Leygardagin 29. november verður KÍ høllin karmur um árligu Firmakappingina

Bláa bylgja skipar fyri innandura fótbóltskapping har virkir, stovnar og feløg bresta saman í leiki. Leiðslur í fyritøkum kunnu við hesum skipa fyri einum stuttligum og øðrvísi degi fyri síni starvsfólk – leiðslunar eru tó meir enn vælkomnar at leika við sjálvi

Bert ein EFFO-leikari kann verða á hvørjum liði. Hvørt liðið skal helst hava 5 leikarar har 4 eru á vøllinum í senn. Tey starvsfólk, ið ikki hætta sær á vøllin kunnu stuðla sínum liðum frá síðulinjuni við herrópum. Annars eru vanligir reglar galdandi, sum vit kenna teir í Klaksvík.

Kappingin byrjar kl. 10.00 leygarmorgunin og heldur fram til liðugt er ( á leið kl. 14.00).

Kostnaðurin fyri at luttaka er 2.000 kr. pr/lið. Verða tvey lið tilmeldaði er kostnaðurin 1.000 kr. fyri næsta liðið osv.

Til ber at gjalda kontant leygarmorgunin. Peningur kann eisini flytast á konto í Norðoya Sparikassa: 9865 300.728.0

Tilmelding hjá:

Jóhann Lutzen, tlf 221991

Harleywoodpaint