Nú eru tíðspunktini klár til firmakappingina leygardagin 10. desember.
Leygardagin 10. Desember verður KÍ høllin karmur um árligu firmakappingina.
KÍ skipar fyri innandura fótbóltskapping har virkir, stovnar og feløg bresta saman í leiki. Leiðslur í fyritøkum kunnu við hesum skipa fyri einum stuttligum og øðrvísi degi fyri síni starvsfólk – leiðslurnar eru tó meir enn vælkomnar at leika við sjálvi
Hvørt liðið skal helst hava 5 leikarar har 4 eru á vøllinum í senn. Bert ein EFFO-leikari kann verða á vøllinum fyri hvørt liðið í senn . Tey starvsfólk, ið ikki hætta sær á vøllin kunnu stuðla sínum liðum frá síðulinjuni við herrópum. Annars eru vanligir reglar galdandi, sum vit kenna teir í Klaksvík
Nú er avgjørt, at kappingin byrjar kl. 13.00. Finalan væntast at blíva spæld kl. 16.00 ella har áleið.
Kostnaðurin fyri at luttaka er 2.000 kr. pr/lið. Verða tvey lið tilmeldaði er kostnaðurin 1.000 kr. fyri næsta liðið osv
Umframt steyp fær vinnandi liðið 5 stk. árskort til allar heimadystir í Effo-deildini hjá KÍ næsta kappingarár.
Til ber at gjalda kontant leygarmorgunin. Peningur kann eisini flytast á konto í Norðoya Sparikassa: 9865 103.807.3
Tilmelding hjá:
Jóhann, tlf 221991




