Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Firmakapping í fótbólti

John William Joensen

KÍ höllin verður karmur um innandura firmakapping í fótbólti leygardagin 28. november

Sum nakað nýtt fer KÍ at skipa fyri innandura fótbóltskapping har bert virkir, stovnar og felög kunnu luttaka. Leiðslur í fyritökum kunnu við hesum skipa fyri einum stuttligum og örvísi degi fyri síni starvsfólk – leiðslunar eru tó meir enn vælkomnar at leika við sjálvi 🙂

Tað er upp til liðini sjálvi hvussu tey skipa seg. Hvört liðið skal helst hava 5 leikarar har 4 eru á völlinum í senn. Viðurkendur dómari heldur skil á inni á völlinum. Tey starvsfólk, ið ikki hætta sær á völlin kunnu stuðla sínum liðum frá síðulinjuni við herrópum.

Kappingin byrjar kl. 08.00 á morgni og heldur fram til kl. 13.30. Vinnaraliðini fáa steyp til ognar.

Kostnaðurin fyri at luttaka er 2.000 kr. pr/lið. Verða tvey lið tilmeldaði er kostnaðurin 1.000 kr. fyri næsta liðið osv. Peningurin fer til rakstur av fremsta mansliðinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag

Kaffi, sunkist og smyribreyð verða at fáa.

Tilmelding:

Jóhann Lützen, tlf. 210797, johannl@us.fo

Fróði Lassen, tlf. 218546, frodi@teymavirkid.fo