Enn ber til at melda seg til firmakappingina hjá Mjølnir, sum verður leygardagin í Badmintonhøllini
Firmakapping verður í Badmintonhøllini leygardagin 9. desember. Byrjað verður við felags upphiting kl. 10.00, soleiðis at ongir skaðatilburðir verða.
Kappingin verður løgd í annaðkvøld kl. 20 og kunngjørd her á Norðlýsinum. Til ber enn at melda lið til við at ringja til Mjølnir á 221991. Kostnaður er 2000 kr fyri hvørt liðið.
Vinnandi liðið fær 6 eskjur av flaki frá Sjúrðarbergi á 20 kg.


