Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FISH FAIR NEWS: Jákup Simonsen í starv hjá Klaksvíkar Kommunu

Dávur Winther

Seinrapartin í dag hevur borgarstjórin boðið umboðum fyri kommununar í KSF og grannakommunurnar í Norðoyggjum at vitja á Fish Fair.

Eftir døgurða hevur borgarstjórin boðið umboðum fyri kommununar í KSF og grannakommunurnar í Norðoyggjum at vitja á Fish Fair.

Byrjað var við eini máltíð uppí Skálanum, sum er etistaðið í sambandi við Fish Fair.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn gjørdi vart við, at gott nokk spælir klaverið væl í millum Klaksvík og Tórshavn á kommunala økinum og so mangar aðrar staðir við – Tó helt Heðin, at tað var í so braneggjað at seta Jákup Simonsen, mentanarleiðara í starv hjá Klaksvíkar kommunu, uttan at siga sær frá.

Á atgonguskeltinum, sum Jákup Simonsen, mentanarleiðari í Tórshavnar kommunu, hevði fingið útflýggjað til messuna, stóð Jákup Simonsen av óvart at umboða Klaksvíkar kommuna – og hesum fekk Heðin Mortensen, borgarstjóri í Torshavn nógv skemtiligt burtur úr.

Rættiliga nógv fólk hava vitjað á Fish Fair í dag, veðrið hevur verið gott og messufólkini eru øll sera væl nøgd við umstøðurnar.

Fiskarímessan Nort Atlantic Fish Fair verður opin í morgin afturat frá kl 10 – 16.