Josias Jacobsen, formaður í Sílaveiðufelagnum sigur, at laksateljarin verður eitt stórt frambrot fyri kynsbótararbeiðið, sum Sílaveiðufelagið hevur gjørt í meira enn 40 ár.
Josias Jacobsen, formaður í Sílaveiðufelagnum sigur, at laksateljarin verður eitt stórt frambrot fyri kynsbótararbeiðið, sum Sílaveiðufelagið hevur gjørt í meira enn 40 ár.
Sílaveiðufelagið varð stovnað í 1947 við endamálinum at røkja áir og vøtn í Føroyum til síla- og laksaveiðu. Tað gingu meira enn 20 ár til laksatrappurnar vóru gjørdar í Leynará í 1970 og fyrsti laksurin svam niðan í 1971. Kynsbótararbeiðið hjá felagnum var tó farið í gongd langt áðrenn laksatrappurnar fóru at virka. Fyrsta klekistøðin hjá felagnum varð bygd við Sánda longu í 1963.
Tá vit nú, snøgg 50 ár eftir at menn bygdu fyrstu klekingarstøðina, helst fáa eitt frambrot, ið ongin annar sílaveiðufelagsskapur av slíkum slag sum okkara kann breggja sær av, so er tað ikki við sørt av stoltleika, at eg kann fylgja hesum arbeiðinum.
Initiativið til teljaran er komið frá Tekniska Skúla í Havn, har menn við áhuga fyri náttúruni og laksafisking, saman við næmingum hava gjørt eitt ótrúligt projekt við gransking fyri eygað.
Sleppa frá gitingum
Nú vit hava gjørt kynsbótararbeiði í øll hesi ár, vita vit í veruleikanum lítið um hvat hendir eftir at vit hava sett yngul út í áir og vøtn.
Í veruleikanum eru tað bert gitingar, ið vit hava at halda okkum til. Við laksateljaranum fer tað at vera møguligt hjá okkum, neyvt at fylgja við, hvat kemur aftur í vøtnini. Higartil hava vit bert havt tølini fyri hvussu nógvur laksur er veiddur á Leynarvatni. Tey tølini hava í roynd og veru onki við mongdina av laksi at gera, sum er komin niðan á vatnið eftir havbit.
Í fjør var fyrsta árið, at vit hava havt eina bók við Leynarvatn har sílaveiðufólk hava kunna skriva í vekt og longd tá teir hava fingið ein fisk. Íalt komu 102 laksar upp eftir hesi upteljing. Laksateljarin var ein “royndartúr” í ánni í fjør eisini, og hann kom til at 760 laksar svumu niðan, tað tíð hann taldi.
Laksateljarar eru aðrastaðni, men so framkomna tøkni, sum hesa, ið Tekniski Skúlin í Havn er í fer við at menna er ikki at finna í øðrum londum. Tí er áhugin sera stórur, eisini ímillum laksafólk aðrastaðni frá.
Tað sum veruliga verður eitt frambrot í granskingini av atburðinum hjá laksasmóltinum, ið er úrslitið av kynsbótararbeiðinum hjá felagnum er, at vit fara at kunna fylgja við í fyrstu atløgu hvussu nógvur laksur kemur aftur, í aðru atløgu nær hann kemur aftur, tað vil siga hvussu nógv kemur fyrsta árið, annað árið og so fram og í triðja lagi fara vit kenna laksar aftur, ið áður hava verið ígjøgnum teljaran, men sum koma aftur á vitjan ár seinni. Ikki minst skal takast við, at við framkomna teljaranum hjá okkum, so kunnu vit skilja ímillum hvussu nógv síl eru farin niðan og hvussu nógvur laksur. Hetta gevur eitt gott grundarlag fyri neyvari gransking av laksi og sílum í føroyskum áum og vøtnum, har samband er ímillum hav og vøtn.
760 laksar í 2012
Í 2012 varð teljarin settur í Leynará fyri aðru ferð. Royndirnar sum gjørdar vóru árið frammanundan gjørdu, at tað gekk munin betur í fjør at telja. Sum sæst á tølunum, so fyrikoma løgin fyribrigdi við hvørt, og tað skyldast fyri stóran part, at neyðugt var at taka laks til strúkingar, og tá var fella sett í ánna, so onki slapp niðan. Stóru tølini fyrstu dagarnar eru sjósíl, sum komu niðan til avlúsingar, og fóru omanaftur fáar dagar seinni. Tey, ið vilja seta seg meira inn í tølini, kunnu seta seg í samband við Peter A. E. Djurhuus, fíggjarleiðari á Tekniska Skúla Tórshavn ella Jákup Lamhauge, uppfinnara og lærara á Tekniska Skúla Tórshavn. Tekniski Skúlin Tórshavn verður við á Fish Fair í Klaksvík í døgunum 9. til 11. apríl við laksateljaranum.




