Við somu vissu sum fingramerki á fólki, er finnan á laksi og skræðan kring um, serstøk fyri laks.
Við somu vissu sum fingramerki á fólki, er finnan á laksi og skræðan kring um, serstøk fyri laks.
Hetta ætla SIT2 næmingar á el-deildini á Tekniska Skúla í Tórshavn at gera eitt granskingarprojekt burturúr. Í skjótt trý ár hevur tí verið arbeitt við einum laksateljara, ið eisini kann avmyndað og kenna laks aftur, ið hevur verið ígjøgnum tekniskt framkomna teljaran, sum næmingar hava ment saman við lærarum.
Laksateljarin mentur
Á hvørjum ári, setur Sílaveiðufelagi um 20.000 smolt út í áir og vøtn í Leynardali og eini 10.000 smolt í Saksunardali.
Í 2010 vendið Sílaveiðufelagið sær til Tekniska Skúla í Havn at vita, um skúlin var sinnaður, saman við Sílaveiðufelagnum at gera ein laksateljara, soleiðis at meira fekst at vita um laksin, sum felagið setir út á hvørjum ári. Felagið var eisini sinnað at finna útav um uppíbland av aldum laksi eisini kom niðan á vøtnini í Leynum og Saksun.
Tekniski Skúlin í Tórshavn hevur sæð hetta sum eitt gott høvi at fara í eitt granskingarprojekt saman við Sílaveiðufelagnum og tí var farið ígongd at menna ein laksateltara longu í 2010. Leynará e høglig at arbeiða við hjá Tekniska Skúla í Havn, og tí var áin vald til verkætlanina.
Hetta er eitt kostnaðarmikið projekt. Teljarin skal liggja í ánni bæð í góðum veðri og í áarføri, og tað setur stór krøv til sjálva konstruktiónina . Sleiðistøðin Mest hevur verið til stóra hjálp við at sveitsa og evna til stóru skaktina úr rustfríum stáli. Eisini hevur projektið verið væl stuðlað av vinnuni peningaliga, men tað almenna granskingarumhvørvið hevur higartil ikki vilja latið pening til verkætlanina.
Kenna laksin aftur
Ætlanin fevnir um, at telja laks, soleiðis at Sílaveiðufelagið kann brúka tølini til nakað meira enn bert vitan um, hvussu nógvur laksur kemur niðan á vøtnini í Leyádali á hvørjum ári.
Laksateljarin skuldi tí eisini gerast út við myndatólum . Hetta fyri at Sílaveiðufelagið eisini kundi síggja um tað var laksur ella síl, sum vóru farin ígjøgnum teljaran.
Teljarin er evnaður soleiðis til, at ein víð rimað trakt er í niðara endanum, har laksur kemur inn. Beint innanfyri sita sensorarnir, ið telja fiskin, longur inni situr eitt fototól, ið tekur mynd av síðuni á fiskinum. Í samband við myndatólið sita eisini blits, ið geva fototólinum nóg mikið av ljósi til myndina og í ovara endanum á traktini situr aftur eitt myndatól, ið tekur eina mynd oman ígjøgnum allan teljaran ella traktina.
Áhugavert er, at ryggfjøðurin í mun til skræðuna beint við, er eyðkend fyri hvønn laks. Tað vil siga, at hetta økið er í veruleikanum sum eitt fingramerki hjá okkum menniskjum. Hvør einstakur laksur hevur sína egnu mynd her, og tí kann hetta brúkast til til víðari gransking av atburðinum hjá laksi.
Fæst ein neyv og klár mynd av ryggfjøðurini og nakað av skræðuni niðanfyri, kann laksurin eyðmerkjast av einum telduforriti og teldan kann kenna fiskin aftur, sum eitt nú hevur vitjað ánna árið frammanundan ella ár frammanundan fyri tann skuld.
Framkomin teljari
Á tekniska skúlanum er tað Jákup lamhauge undirvísari og “uppfinnari”sum skúlastjórin, Egon Øregaard tók til, tá Norðlýsið vitjaðið skúlan, ið hevur staði fyri praktiska partinum, saman við næmingunum á SIT2 á el.-deild á skúlas.
Í arbeiðinum til at tilpassa eitt telduforrit, hevur hann fingið hjálp frá National Instruments í Danmark.
Steinfinn Jacobsen er deildarleiðari á el-deildini. Peter A. E. Djurhuus, ið er laksamaður burturav og fíggjarleiðari á skúlanum, er ein av eldsálunum í projektinum og hevur eisini lagt sína vitan um laksafiakariðið og villaks í projektið.
Jákup Lamhauge greiðir frá, at farið var undir arbeiði í 2010, og fyrstu ferð teljarin varð settur út í Leygará var í 2011.
Tað vísti seg , at staðið, sum valt varð var ikki nóg væl egnað, tí til tíðir var ov lítið vatn í teljaranum og hartil kom og nógv skúm og annað órógv ígjøgnum, áarføri var. Teljarin varð tí tikin upp aftur til víðari menning.
Í 2012 vóru so nýggjar royndir gjørdar. Teljarin varð fluttur og lá djúpari enn árið frammanundan. Hesaferð riggaði tøknin væl, men framvegis vóru justeringar fyri neyðini. Ein trupulleiki vóru ljósini at taka myndir við, sum skuldu justerast, eisini sýntist og nógv pláss at vera í teljaranum, soleiðis at laksarnir kundu venda og svimja aftur og fram.
Jákup Lamhauge greiddi eisini frá, at ein avís frástøða var í teljaranum ímillum sensorin, sum registreraði at laksur var komin inn og niðan til fototólið. Her roknaði teldan út, nær laksurin var við fototólið, um hann svam við somu ferð sum hann gjørdi tá hann kom inn í skaktina. Hetta virkaði ikki optimalt, tí tað var ikki altíð at laksurin gjørdi, sum teldan hevði forútsagt. Tí verður hetta broytt við 2013 eindini, har myndin verður tikin, so skjótt laksurin hevur slept sensorunum.
Saman við neyvari justeringum av ljósunum og skaktini sjálvari, roknar Jákup Lamhauge við, at telingin av laksi gerst neyvari og eisini at myndirnar av “fingramerkinum” betri, soleiðis at telduforritini kunnu goyma frámerkið og kenna laksin aftur um hann skuldi komið aftur í Leynará ár seinni.
Nervasentrið
Tað hevur verið ein stór avbjóðing hjá skúla og næmingum, at menna hesa tøknina í Leynará. Umhvørvið setir sera stór krøv, tí tóknin skal standa undir í vatni, og harafturat standa ímóti ógvusligu megini tá illveður leikar á og áarføri er.
Peter A. E. Djurhuus, sigur, at Timburdeildin á Tekniska Skúla í Havn, hevur bygt eitt lítið hús, um ein fermetur til støddar, beint við síðuna av ánni og tætt við teljaran, skamt niðanfyri brúnna um Leynará.
Í húsinum er ein talva el-talva, har vit fáa streym til tøknina. Eisini er ein telda í hesi smáttuni, sum savnar allar upplýsingar úr teljaranum, bæði myndir og teljingar. Síðani hava vit tráðleyst samband við telduna, so vit til eina og hvørja tíð kunnu síggja hvat fyriferðst.
Sjálvur búgvi eg í Hósvík, so eg havi stytsta teinin til Leynar og tí er tað fallið mest í mín lut at hava eyguni við teljaranum, tá hann er virkin í ánni.
Á telduni heima hjá mær, kann eg bæði síggja myndir av fiskunum, ið koma í teljaran, og eg síggið eisini hvussu nógvir fiskar eru farnir ígjøgnum. Teljarin telur eisini minus, tá fiskur fer oman eftir ánni.
Projektið er somikið framkomið, sigur Petur A. E. Djúrhuus, at hann kann sita heima og velja á telduni at síggja vanligar myndir ella livandi myndir úr teljaranum.
Annara hava formaðurin í Sílaveiðufelagnum, Josias Jacobsen, Steinfinn Jacobsen, deildarleiðari og Jákup Lamhauge undirvísari og mennari eisini beinleiðis samband um teldur sínar.
Skúlin mennir næmingarnar
Egon Øregaard, stjóri á Tekniska Skúla í Tórshavn sigur, at skúlin metti hetta granskingarprojektið at vera eitt gylt høvi at menna næmingarnar til nýhugsan at kunna nýta vitan til at skapa nýggjar tøknuligar møguleirar, at loysa truplar uppgávur, ið kunnu verða til gagns fyri samfelagið, gransking og vinnu.




