Vikmar hevur síðan 2003 veitt fylgisveina tænastur til føroysk skip og við hesum tænastum spart manning og reiðarí fyri milliónir.
Vikmar hevur síðan 2003 veitt fylgisveina tænastur til føroysk skip og við hesum tænastum spart manning og reiðarí fyri milliónir.
Í 2003 byrjaði Vikmar at senda ymiskt tilfar yvir fylgisvein, til skip sum høvdu fylgisveina sjónvarp. Hetta var tó sera framkomið, tí til samskiftið umborð var vanligt at brúka telefon og fax, tó vóru nøkur skip sum høvdu Email, men hetta kostaði nógv at brúka og tí var hetta bert brúkt til minni boð o.a.
Surfing á netinum kom ikki uppá tal tí til hetta kostaði tað alt ov nógv.
Tí kom Viknet tíðindatænastan hjá Vikmar sera væl við og var hetta ikki meir enn revulatión. Við hesi tænastu frá Vikmar kundi skip og manning fáa ymiskar heimasíður, veðurkort, tíðindabløð so sum Dimmu og Sosialin.
Alt hetta tilfar kom sjálvvirkandi á eina teldu umborð, og kundi manningin lesa bløðini til kaffi um morgunin.
Seinri var skipanin útbygd so skipini eisini fingu dagur og viku og og aðrar sendingar sum vóru tøkar á netinum. Hetta kom eisini alt sjálvvirkandi á teldu umborð og var ikki neyðugt hjá skipinum at hava internet samband fyri at fáa alt hetta tilfar. Tey skuldu bert hava eina parabol til fylgisveina sjónvarp.Í 2005 byrjaði Vikmar royndarkoyring av tvey vegis internet sambandið, sum skuldi verða flat rate. Hetta var mett óhugsandi og ómøguligt tá, tí man var vanur við sera høgar minutt takstir fyri talu og MB prísurin fyri data var so høgur at skip bert brúktu hetta til at senda og móttaka smáar Emailar og heinta t.d. veðurkort. Tí hevði manningin heldur ikki atgongd til internetið.
Henda ætlan var kostnaðarmikil fyri Vikmar, sum tá bert hevði tveir mans í starvi.
Jón Rasmussen, sum var skipari á Christian í Grótinum, var sera spentur og sá nógvar møguleikar í at kunna fáa internet samband umborð fyri fastan mánaðar prís, so teir bjóðau seg fram til at royna skipanina.
Hetta var alt sera nýtt so tað skuldi nakað av tíð til áðrenn alt koyrdi nøktandi.
Við Viknet Internet loysnini vóru nú føroyski skipini frammanfyri internet brúkarar á landi, tí Viknet loysnin var flatrate og hetta var tá ikki tókt á landi.
So nú var laga manni hjá skipi og manning at samskifta yvir internet og fylgja við tíðindum heima. Onkur vildi verða við, at til tíðir, kundi skipsmanningin vera betur vitandi enn tey heima, tí teir kundu hava nógva frítíð og tí fylgja væl við tíðindunum á netinum.
Seinri gjørdi Vikmar so samstarvsavtalu við Føroya Tele um IP Telefon loystn til skipini.
Hetta var aftur eitt ómetaliga stórt framstig baði fyri reiðarí og manning og øll sum dagliga skuldu samskifta við skipini. Við hesi loyst blivu telefon takstirnir umborð teir somu sum heima, tað vil siga at ringja frá skipi og til eina vanliga telefon kom niður á 25 oyra fyri hvønn minutt og hetta var við mvg!Vikmar hevur frá fyrsta degi brúkt nógva orku uppá at tillaga Viknet tænastuna so hon á mest møguligan mun passar best til tørvin hjá føroyskum skipum og manningum.
Hetta var frá fyrsta degi gjørt við at senda skipunum ymisk føroysk tíðindir sum vóru óhugsandi hjá teimum at fáa áðrenn Viknet tænastan var tøk.
Síðani kom tvey vegis internet samband til fastan mánaðar prís og telefonir við føroyskum numrum og til somu takstir sum í landi.Men Vikmar mennir alla tíðina Viknet tænastuna, serliga fyri at nøkta tørvin hjá føroyskum skipum og manningum.
Nýggjasta tænastan er radio streaming, tað sum er heilt serligt og fyrsta av sínum slag, er at nú kunnu skipini lurta eftir kringvarpinum umborð, uttan av brúka nakað sum helst ferðslu av internet sambandinum. Tað vil siga at øll manningin kann lurta í senn eftir kringvarpinum uttan at belasta internet sambandið!
Hetta er ein heilt serlig tænasta og eisini serlig fyri føroysk skip, tí øll vilja jú lurta eftir útvarpinum. Saman borði við onnur lond, so kunnu skip har brúka fylgisveina sjónvarp til baði radio og sjónvarp. Hetta er ikki tøkt fyri føroyskar manningar og tí hevur Vikmar ment hesa tænastu fyri at nøkta henda tørv og fyri at hetta ikki skal ganga út yvir internet sambandið.Men nýggjar tænastur eru eisini í umbúnað.
Vikmar ætlar at bjóða kundum Viknet tíðinda tænastuna sum var byrjanin til Viknet.
Við hesum er ætlanin at føroyskar tíðindasendingar aftur skulu koma sjálvvirkandi á teldu umborð og uttan at brúka data frá internet sambandinum.Sum ligur í menningini, vil Vikmar eisini koma við nýggjum prísum frá 1 Juli 2013.
Viknet tænastan umfatar í dag nógvar ymiskar tænastur og kann Vikmar bjóða fylgisveina internet frá 512kbps og upp til 8Mbps
Vikmar hevur eisini 24 tíma yvirvaking av øllum fylgisveina terminalum og kunnu tí eisini veita skjóta og góða tænastu til Viknet kundarnar.
Vikmar er á NAFF 2013 bás nr. 345




