Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fisk & Skips aftur í kvøld

Jóhann Lutzen

Í kvøld eftir Dag & Viku kemur onnur sending í sjónvarpsrøðini Fisk & Skips, sum Kringvarpið hevur gjørt saman við Gutta Winther og Dáva Djurhuus

Í kvøld eftir Dag & Viku kemur onnur sending í sjónvarpsrøðini Fisk & Skips, sum Kringvarpið hevur gjørt saman við Gutta Winther og Dáva Djurhuus
Sendingin, sum kemur í kvøld, er um fiskin, ið stendur fyri helvtini av okkara útflutningi. Laksurin er í dag okkara kendasta vørumerki innan fisk, og mangan hevur verið tikið til, at hann er hin besti í heiminum. Kring allan knøttin er hann at finna allastaðni frá fjølbroyttum marknaðum til fínastu matstovurnar.
Í sendingini fylgir Gutti laksinum frá rogni, smolti, aling til virking, útbreiðslu og tallerkin úti í heimi, og vitar hann eisini, um føroyskur laksur veruliga er heimsins bestur.