Christian í Grótinum er til fiskiskap í Norðsjónum og frá reiðarínum frætta vit at tað hevur gingið sera væl seinastu vikurnar.
Aftaná at Christian í Grótinum var í dok í noregi og fór til fiskiskap í Norðsjónum næstseinasta sunnudag, hevur gingið sera væl hjá teimum. Teir hava fiska fyri umleið 14 milliónir hesar báðar vikurnar. Tað er makrelur teir fiska og prísurin hevur verið sera góður, einar 15 norskar krónur fyri kg, og tað er tað besta teir hjá Christiani í Grótinum vita um.




