”Tað hevur ikki verið nógv at fingið, men onkur góður dagur er.” Tað sigur Hilmar Johannesen úr Søldarfirði, sum við bátinum Katrin fiskar sild og brisling á Skálafjørðinum.
”Tað hevur ikki verið nógv at fingið, men onkur góður dagur er.” Tað sigur Hilmar Johannesen úr Søldarfirði, sum við bátinum Katrin fiskar sild og brisling á Skálafjørðinum.
”Í gjár høvdu vit eitt gott kast, sum mundi liggja um eini 30 tons tilsamans. Tað var meira enn báturin førdi,” sigur hann. Neyðugt var tí at sleipa nótina til lands.
Brislingurin verður seldur til Tavuna í Leirvík, meðan sildin fer til Havsbrún í Fuglafirði.
Spurdur um prísin sigur Hilmar, at hann er ”brúkiligur”.
Vanliga eru tríggir mans við bátinum, men onkuntíð eru teir bara tveir.
”Vit plaga at fiska frá november til mánaðarskiftið februar-mars. Tríggir bátar hava loyvi at fiska sild og brisling við nót, men tann eini er ikki byrjaður enn,” sigur Hilmar Johannesen.
”Hetta er ikki nakað, ein kann liva av burturav, so vit hava allir annað arbeiði,” sigur hann.
Teir eru úti tá veðrið er til tað, men í góðveðrinum í morgun eru teir ikki farnir nakran veg, tí teir umvæla nótina.
”Vit fara avstað um eina løtu,” sigur hann.
Myndirnar eru tiknar leygardagin.




