Ábendingar um tætt samband millum føði, atburð og innlæring í kanning úr Avstralia.
Granskarar úr Avstralia hava funnið útav, at børn við atferðartruplleikum, sum fáa serstakliga samansettar omega-3 fiskaoljur, broyta teirra vánaliga atburð, ovurvirkni, ótolni, og brákveikta atburð, skrivar jp.dk.
Úrslitini verða grundað á eina kanning av 132 børnum í aldrinum 7 til 12 ár. Eftir at børnini høvdu fingið fiskaoljuna í 15 vikur, søgdu 30-40 prosent av foreldrunum at teirra børn, vístu betur atburð.
Granskararnir fingu ikki tey somu úrslitini við einum bólki av líknandi persónum, ið høvdu fingið eina lumpivøru.
Jp.dk skrivar, at úrslitini fyriliggja samstundis, sum ein skúli í London hevur íverksett eina níggju mánaða langa royndartíð, sum skal kasta ljós á sambandi millum føðslu og innlæring.




