Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskaklettur 60.000 pund í sjey dagar

Oliver Joensen

Í morgun legði Fiskaklettur veiðuna upp á NFCS í Klaksvík. Jógvan Petersen, skipari sigur, at hetta er besti túrurin teir hava gjørt í meira enn eitt ár.

Táð var væl av fiski at fáa hendan túrin. Vit hava roynt ímillum 12 og 14 fjórðingar. Meginparturn er toskur. Sigast skal at toskurin var rættuliga stórur og væl fyri, sigur Jógvan Petersen, skipari víðari. Tað sum eisini var eitt sindur hugaligt, og sum vit ikki hava sæð nógv til hesi seinnu árini var, at fitt av nebbasild var at síggja hangandi uppi í trolinum og var at síggja í toskamaðunum.

Nakað av hýsi og flatfiski var eisini uppi í veiðuni. Fiskaklettur fer aftur til fiskiskap ímorgin, fríggjadagin.