Gongur alt sum ætlað fer Kósin at taka móti fiski týsdagin í komandi viku. Mánadagin fara trolararnir Safir og Smaragd at landa til Kósvirkið og týsmorgunin ferð Kósin at bjóað seg fram millum fiskakeypararnar á fiskamarknaðinum – fyri fyrstuferð í eitt ár.
Kósin tekur ímóti fiski týsdagin
Hanus Hansen, stjóri í JFK sigur at um alt gongur sum ætlað fer Kósin at taka móti fiski týsdagin í komandi viku.
-Ætlanin er at trolparið Safir og Smaragd fara at landa til Kósavirkið mándagin og týsmorgunin fer Kósin at bjóða seg fram millum fiskakeypararnar á fiskamarknaðinum, sigur stjórin í JFK, Hanus Hansen, sum letur væl at arbeiðinum at endurreisað virksemið á Kósavirkinum.
-Vit vantað at øll loyvi verða uppá pláss í hesari vikuni og so er ætlanin at lata upp fyrst í komandi viku.
-Vit fara at leggja okkum eftir at virka øll tey vanligu fiskasløgini.
-Hvussu nógv fólk verður til arbeiðis fyrstu vikurnar er ilt at meta um, men tað hevur ikki verið nakar trupuleiki at fáa fólk til virkið, sigur stjórin í JFK í stuttari viðmerking.
So verður spennandi at síggja hvørja ávirkan Kósin ferð at hava á fiskaprísirnar.




