Úr Grønlandi frætta vit um ógvusligt fiskarí, bæði hjá línuskipum og trolarum. Frá Aja Aaju, (her avmyndaður á bedingini í Klaksvík í 2012), at fiskiskapurin hevur verið sera góður. Teir hava roynt á Kappanum í vetur og seinasta árið, og fiskiskapurin hevur verið góður. Einar fimm dagar hava teir brúkt at fáa uppí skipið umleið 150.000 pund.
Fyri kortum lat leiðin norðanfyri Kap Torvaldsen, ella fyri sunnara armi á Juliannihåbsbuktini upp og har hevur verið rættuliga nógv at fáa. Teir royna her í umleið trý døgn og fáa uppí skipið. Frá manningini frætta vit, at um ein seta hjá teimum verður roknað um til føroyskar stampar við 300 húkum, so seta teir umleið 62 stampar hvørt døgnið, í fyrradagin fingu teir 51.000 pund á hesum 62 stampunum og dagin fyri 42.000 pund. Tað er stórur fiskur teir fáa, toskarnir liggja um 4-5 kilo hvør.
Smáu grønlendsku trolararnir hava eisini góðan fiskiskap her. Trolararnir lasta umleið 6-800 kassar og fáa uppí eftir trimum hálum. Jú tað er rokfiskiskapur á Dana Bank, verður sagt.
Aðrastaðni her á síðuni verður sagt, at føroysku útróðrarbátarnir hava ilt við at koma til 100 pund á stampin, ímeðan úrtøkan fyri hvønn stampin hja Aja Aaju liggur um 7-800 pund á stampin og meira.




