Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskaseljarin á posthúshorninum

Oliver Joensen

Fríggjadagin stóð lýsing í Norðlýsinum, har sagt var, at ein fiskaseljari fór at selja fisk á posthúshorninum.

Og leygarmorgunin stóð fiskaseljarin so fittur í sydvest og oljuklæðum og bjóðaði fisk, hýsu, tosk, rækjur og mangt annað, til øll tey, sum høvdu hug at keypa.
Maðurin var Svend Dahl og orsøkin var at hann skuldi giftast. Vinmenninir høvdu lagt hesa fellu fyri hann og sagt var, at hann skuldi standa til hann hevði selt fyri 2000 krónur og tað megnaði hann væl og virðiliga.