Tað kemur eingin og hjálpir okkum við at menna Norðoyggjar.
Um vit ikki sjálvi samstarva og royna at hava eitt virkið og fjøltáttað vinnulív í Klaksvík so verður tungur róður. Vit vita øll, at tað verða færri fólk í fiskivinnuni tey komandi árini. Hetta veit fiskimaðurin og flakakvinnan eisini, sjálvt um fólk í miðstaðarøkinum kanska hald at vit ikki vita tað. Men sjálvt um tað verða færri fólk í fiskivinnuni so er ikki neyðugt at leggja árar inn ov tíðliga. Tað hevur nevniliga víst seg, at nógv fiskavirkir í Eysturoynni hava klára seg fínt seinastu árini, og menn í áður hava rikið Kósina siga mær, at tað høvdu verið nógvir pengar at vunnið hesa tíðina Kósin hevur ligið still orsaka av met lágu fiskaprísunum.
Fiskavirking týðandi grundarlag undir samfelagnum í Norðoyggjum
Men um vit vilja tað ella ikki so er átrokandi neyðugt, at vit standa saman og fáa eitt fiskavirkið aftur at virka í økinum. Hetta fyri at fáa marknaðarkreftirnar innan fiskakeyp at virka aftur og fjøltáttað arbeiðsmøgu-leikarnar í økjunum og samstundis vera við til, at hækka inntøkugrundarlagið hjá øllum fiskimonnum í Føroyum. Tað var ikki av sínum eintingum at menn fyrst í 1990 megnaðu at halda Kósina uttanfyri fiskavirkisloysnina.
Tað kann verða ávíst lønsemið í fiskaframleiðslu
Flestøll vita at lønsemið í fiskaframleiðslu á landið ikki er serliga gott, men tá tey kunnu hava lønsemið á øðrum fiskavirkjum, má tað eisini bera til her. Møguliga skulu vit hava færri spesialiseraðir eindir. Hýsu á Roykivirkinum, fleiri sjálvstøðugar eindir á Kósin, eina til saltfisk og eina til flak og upsa. Tað sum vanliga verður kalla sjálvstøðugar rakstrareindir ella “profitsentur”. Northern Fish Cold Storage kann eisini verða ein partur av eini flakavinnu í økinum. Eingin sigur at tað endiliga bara skal vera Kósin. Men pláss skal verða fyri øktum fiskaarbeiði í Norðoyggjum
Marknaðarkreftirnar mestsum heilt vekk
Frá at hava haft sera góðar fiskaprísir eru vit enda í hinari grøvini og hava sera lágar fiskaprísir í dag . Tað er snøgt sagt ikki nokk keyparar til fiskin og sera fáir hýsuframleiðarar eru í Føroyum.
Stjórar innan flakaframleiðslu í eg havi tosa við, ivast onga løtu í, at um fleiri keypara høvdu veri til fiskin fór fiskaprísurin í Føroyum upp. Her eru talvur í vísa gongdina á prísunum á tosk og hýsu.
(sí talvu 1 í mynda-slideshow)
Fígging & Rakstur
Sum eg havi skilt tað, so er møguligt at fáa fígging til keyp av Kósavirkinum, men er sera torført at fáa tær 20 til 30 milliónirnar ið skulu til rakstrarfígging.
Burðardygg fiskaframleiðsla
Rákið er í dag af feløg fara frá at senda fisk til Kina at framleiða tá hetta brúkar nógv co2 útlát og rokna fólk inna flakaframleiðslu við, at tað verður eitt krav at fiskur verður framleiddur tætt við brúkaran. Um so er at menningin í framleiðslutøknini heldur áfram soleiðis at arbeidskrevjandi uppgávur í flakavinnuni kunnu gerast av maskinum vil hetta eisini verða ein fyrimunur og betra um framleiðslumøguleikarnar í Føroyum. Tí er neyðugt at vit trúgva uppá framtiðina og royna at gagnnýta tað tilfeingið vit hava og ikki senda fisk til Kina ella stóran part av hýsuni óvirkaða til UK.
Hetta er støðan í Klaksvík í dag, og veit eg at Føroyagrunnurin, vinnulívsmenn og arbeiðarafeløg øll eru sinna at samstarva og royna at fáa gongd á aftur flakavirkisarbeiði í Klaksvík til gagn fyri borgarar, kommunu og samfelagið sum heild.
Húkaflotin um at fara
Kemur vend ikki í, so fer allur húkaflotin á heysin í 2010. Toskaprísurin var í januar 2007 og januar 2008 í miðal áleið 22-24 kr. kg og í dag er hann 12 kr. kg. Hýsuprísurin var áleið 14 kr. kg og er hann í dag góðar 8 kr. kg. Hetta hongur ikki saman og tí má javnvág fást millum lønsemið hjá skipum og virkjum aftur. Um allur húkaflotin ikki skal fara so er neyðugt at fiskaprísirnir hækkað við fleiri kr. pr. kg. Hetta trúgvi eg at sjálvt landsbankastjórin má skilja.
(sí talvu 1 í mynda-slideshow)
Húkaflotin biði um kreppuhjálp í eitt ár
Av tíð at støðan er so hættislig hjá øllum húkaflotanum hevur felagið línuskip, reiðarafelagið meginfelag útróðrarmanna og fiskimannafelagið í felag biði um kreppuhjálp.
Vit síggja at tað innan ES verða veittar 100 tals milliardir í beinleiðis stuðli til landbúnað og fiskivinnu, samstundis hava fleiri lond inna ES gjørt kreppupakkar til teirra vinnufyritøkur.
Men landsstýrismenn í Føroyum og ráðgevar teirra halda ikki tað er ráðiligt at lata húkaflotanum 15-20 milliónir kr. í kreppuhjálp. Hetta má so eisini merkja at teir halda at politikarar í ES og teirra ráðgevarar ikki eru serliga klókir tá teir veita stuðul til teirra vinnufyritøkur.
Sjálvt USA hevur latið nógva kreppuhjálp til bilídnaðin og í Føroyum heldur man at Norrøna hevur størri týdning enn 23 línuskip og 40 útróðrarbátar sum føra fong til landi so flakavinnan og samfelagið kann koyra víðari.
Húkaflotin hevur biði politikararnar koma út úr skapinum og gera eitt ítøkiligt uppskot um kreppuhjálp til útróðrar- og línuflotan, vilja teir ikki tað so er at koma fram og grundgeva sakliga fyri hesum.
Ongastaðni í heiminum høvdu politikarar gingið so lætt um hesa umbøn frá so stórum parti av føroyska vinnulívinum. Tað minsta man kann krevja av teimum ráðandi er at teir seta seg inn í støðuna og viðgera hana í fullum álvara.




