Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fiski og vinnubýurin – Klaksvík!

Anfinn Hansen

Gongst væl í fiskivinnuni, so gongst væl í Klaksvík!

Í beinharðari kapprenning við vaksandi miðstaðarøkið, sum um stutta tíð eisini fer at fevna um Skálafjørðin, skal Klakvíkar Kommuna finna kynstrið at meistra “kravda” víðlíkahaldi og nøra um undirstøðukervið, vegir, gøtur o.a. tengdar at sjó- og fiskivinnuni.

 

Menningin í fiskivinnuni í Klaksvík hevur verið stór, síðan vinnan aftur fekk flog undir veingirnar eftir kreppuna í 90’unum, tó eru keiirnar og hesi vinnuøki í fiskivinnuhøvuðstaðnum ongantíð komnar aftur á tað støði, tær vóru áðrenn kreppuna í 90’unum.

Verið eg valdur í Klaksvíkar býráð, fari eg saman við vinnulívinum at arbeiða fyri betri arbeiðsumstøðum fram við keikantunum í Klaksvík.

 

Tá fær undirstøðukervið undir vælferðini í Norðoyggjum, fiskivinnan og mentanarberin í fiskivinnuni – útróðurin, eitt nútíðarhóskandi arbeiðsumhvørvi, tað er teimum uppiborið!

 

Á keiunum skulu nógv fleiri og haldførari landstreymsstøðir setast upp til útróðrarbátar og skip, somuleiðis skulu neyðleytarar setast fram við øllum keikantum, og ljósviðurskiftini niðurvið og inni á bryggjukantinum skulu betrast munandi bæði á vestara og eystara armi, hetta fyri at økja um arbeiðstrygdina.

Vatnveitingin oman á keiøkini og til skúrarnir skulu endurnýggjast, samstundis sum ein loysn skal finnast soleiðis, at reiðskapur og annar rakstrarbúnaður hjá útróðrarbátunum kann goymast á hóskandi hátt á reinum og góðum og yvirdekkaðum øki niðan, móti beninum til Stangavegin.

 

Ein bylgjubrótaraloysn út fyri norðurendan á Stangabrúnni skal eisini finnast.

Ein støðulýsing av øllum bryggjum og bryggjukantum í kommununi skal gerast, soleiðis at greiða fæst á, hvussu umfatandi viðlíkahald krevst á brotnu og rivnaðu bryggjurnar, og hvar ábøtur krevjast.

Einans á hendan hátt fæst skil á trygdini og arbeiðstrivnaðinum á hesum arbeiðsplássum.

Støðumetingin er neyðug soleiðis, at skil fæst á, hvussu nógvur peningur krevst til viðlíkahaldsarbeiði, og hvussu vit skynsamast fáa bryggjurnar og keikantarnar í fiskivinnuhøvuðsstaðnum í nútíðarhóskandi stand aftur.

 

Anfinn Hansen, valevni á lista E.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Harleyfacadeacryl